Politikkur

Hvat nú

.

2024-06-28 15:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Hvat nú?

Hvussu ætlar landsstýrið at koma víðari við grønu umleggingini, nú SEV hevur boðað frá, at arbeiðið við at gera eina pumpuskipan er steðgað?

Tað skapti nógva øsing, tá eg sum landsstýrismaður gav loyvi til at seta vindmyllur upp á Gellingarkletti. Ávarað varð um, at framleiðslan frá vindmyllunum fór at verða størri enn SEV megnaði at taka ímóti, og tí fór ein meirkostnaður at enda hjá føroysku brúkarunum. Eisini bleiv ávarað um óstøðugan streym, og spurnartekin varð sett við, um tað fór at bera til at kobla allar vindmyllulundirnar í netið hjá SEV.

Tá SEV hevði eykaaðalfund í november 2021, segði nevndarformaðurin við Sjónvarpið, at vindmyllulundirnar í Flatnahaga og á Eiði góðu góða meining, men ikki tann á Gellingarkletti, tí hon kom afturat hinum báðum, og so leingi sum pumpuskipanin ikki var gjørd, fór hon at vera ein eyka kostnaður fyri SEV. Pumpuskipanin bleiv tá mett at kosta 1,2 mia. krónur.

Nú skjótt trý ár seinni, framleiða vindmyllulundirnar á Gellingarkletti og í Flatnahaga, meðan eingin vindmyllulund er komin upp á Eiði. Prísurin fyri pumpuskipanina er nú komin uppá 2,2 mia. krónur, og hon er tí fyribils tikin av skrá.

Málsetningurin er framvegis, at vit skulu vera 100% gørn á landi í 2030, men nú eru skjótt bara 5 ár eftir til vit skriva 2030, og í løtuni verða ongar vindmyllur settar upp. Eg spurdi landsstýriskvinnuna fyri einum góðum ári síðani, hvørjar ætlanirnar vóru við at bjóða út vindorku. Hon svaraði, at arbeitt bleiv við at hava eitt alment vindútboð á hvørjum ári tey komandi fýra árini, og at ætlanin var, at eitt útboð skuldi vera í Sandoynni í 2023. Tað er so ikki komið enn, nú vit skjótt skriva juli 2024.

Mín spurningur til landsstýriskvinnuna er tí, hvussu hon ætlar, at vit skulu koma víðari á grønu kósini? Um vit skulu vera grøn í 2030, so skulu nógvar vindmyllulundir setast upp tey komandi fimm árini, men skulu vit trúgva tí sum bleiv sagt, tá vindmyllulundin á Gellingarkletti varð sett upp, so ber ber tað ikki til, fyrr enn pumpuskipanin er gjørd – og í løtuni verður hon ikki gjørd.

Er grøna umleggingin steðgað?


Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder