Hesi fýra samgongulimir, serliga tey í tvey í Framsókn, standa fyri skotum og verða “hongd út”. Men eg loyvi mær at spyrja, hvat er trupulleikin ?
Hesi fýra hava hildið seg til samgonguskjalið, sum greitt sigur, at “Í etiskum málum kann hvør samgongutinglimur atkvøða eftir egnari sannføring”. Tað er júst tað tey hava gjørt – hvørki meir ella minni.
Í Stýrisskipanarlógini § 23 stendur, at “løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum”
Tað vil so siga, at Hanna Jensen, Sólvit E Nolsø, Henrik Old og Jóhannis Joensen hava hildið bæði Samgonguskjalið og Stýrisskipanarlóg Føroya. Tað tænir teim til mikið rós!
At fólk so nú liggja í andvekri og politiski viðmerkjari og KVF “flyta fokus” botnar helst í, at málið ikki fekk ta lagnu,sum tey vónaðu, tað fekk. ?
Tordur J. Niclasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald