Eingin ivi er um, at tað hava nógvar sterkar kvinnur kempa fyri hesum rættindunum, sum vit kanska í dag taka sum eina sjálvfylgju. Men vunnu vit nakrantíð ta virðingina fyri kvinnuni, sum vit bardust fyri? Kvinnur bera børnini í heim, og hava søguliga sæð brúkt meginpartin av síni tíð at taka sær av familju og heimi, meðan menninir hava forsyrgt familjuni og tikið sær av teimum stóru samfelagsligu og politisku avgerðunum. Enn í dag, tykist tað sum hava vit størri virðing fyri hesum seinna leiklutinum. Ein kvinna eigur ikki bara virðing uppiborna, tá hon átekur sær tær samfelagsuppgávurnar, sum fyrr vóru roknaðar sum mannfólkauppgávur. Vit mugu sum samfelag læra okkum at hava størri virðing fyri tí stóra arbeiðinum, sum liggur í at bera børn, ala tey upp, og skapa eitt heim. Ein nýføðingur verður ikki av sær sjálvum til ein eydnusaman vaksnan persón, sum megnar lívið heima og úti, og eitt heim er meira enn fýra veggir. Vit hoyra nógv tos um javnstøðu, men hví skulu vit vænta, at menninir átaka sær størri part av barnauppalingini og heiminum, tá vit enn ikki virða hesa uppgávuna?
Mamma er ein av sterkastu kvinnunum eg kenni. Hon hevði ikki ein lættan uppvøkstur ella eitt trygt heim, men kláraði hóast hetta at bróta sosiala arvin og skapa okkum eitt trygt heim. Mamma mátti tíðliga út á arbeiðsmarknaðin og fekk tí ikki nomið sær útbúgving sum ung. Hon átti meg sum 25 ára gomul, og síðani komu báðar systrarnar hjá mær. Mamma valdi dagstovn frá til okkum tríggjar, tí hon ynskti sjálv at vera um sínar dýrgripir. Pengarnir vóru ógvuliga smáir, og samskattingin av hjúnum var eisini avtikin stutt eftir, at eg var fødd, so ‘tær ríku skiparafrúurnar’ ikki skuldu hava gleði av hesum. Mamma angrar tó onga løtu sítt val at hava okkum tríggjar heima tey fyrstu árini, og hon hevur síðani bæði nomið sær útbúgving og verið sjálvstøðugt vinnurekandi. Peningaliga blívur tað tó við at merkjast, um mann velur at vera heima nøkur ár við børnunum, serliga av tí ógvusliga stuðlinum (nú á døgum um 10.000 fyri hvørt barnið) sum onnur foreldur fáa um mánaðin fyri at hava børn síni á stovni.
Nú hava vit í nøkur ár hoyrt Fólkaflokkin og Miðflokkin tosað um, at ansingarpengarnir skulu fylgja barninum, og eitt uppskot um hetta var lagt fyri tingið beint áðrenn valið var útskrivað. Men henda ætlanin hevur fingið stóra mótstøðu frá øðrum politikarum, Demokratia, Pedagogfelagnum og privatpersónum. Viðmerkingar sum: „Jaja, heimaftur til grýturnar – soleiðis vera vit kustaðar runt við!“ – „Ein kann ikki bara fáa stuðul fyri einki at gera!“ – „Haldi tey flestu eru ímóti, at tað almenna skal rinda løn, tí mammur velja at ansa sínum egna barni heima, uttan at tær bidraga til felagskassan!“ og „Við hesi gongdini fer samgongan at syndra dagstovnarnar og natúrliga sosiala tørvin hjá børnunum!“ eru at finna víðahvar hvørja ferð hetta hugskotið verður nevnt. Samstundis hoyra vit í miðlunum um dagstovnar, sum mangla starvsfólk, stressaði foreldur, ung við sálarkvølum, og børn sum eru aftur út motoriskt og málsliga. Um so nógvir dagstovnar koyra við ov lágum normeringum og skiftandi starvsfólki, hvønn skaða ger tað so fyri børnini at geva foreldrunum ræði á ansingarpengunum? Foreldur ynskja sjálvandi tað besta fyri síni børn, og fara tí altíð at leggja seg eftir at finna bestu loysnina! Mong foreldur hava víst sína ónøgd við skiftandi starvsfólkum og skerdum upplatingartíðum á dagstovnunum, men tey hava einki vald at gera nakað við tað sum nú er. Nógv tann størsti parturin av fíggingini til dagstovnarnar kemur úr felagskassum, og eingir av hesum pengunum fylgja við, um foreldrini velja eina aðra loysn til barnaansing.
Eg haldi sjálv, at hesin trupulleikin botnar í manglandi virðing fyri teimum uppgávunum, sum kvinnur søguliga hava tikið sær av í samfelagnum. Tað er gott, at vit nú hava størri virðing fyri kvinnum á arbeiðsmarknaðinum, men vit mugu eisini virða bæði kvinnur og menn, sum átaka sær ta stóru uppgávuna at mynda okkara framtíð – børnini!
Komið og gevið foreldrunum valdið aftur, so at tey sum vegna ónøgd við núverandi tilboð ella av øðrum orsøkum ynskja at velja eina aðra loysn enn kommunalu dagstovnarnar, fáa møguleika til tað!
Rósa Tyril Gaardlykke
Valevni fyri Miðflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald