Politikkur

Hvar liggur málið um gongd í haga

Málið um gongd í haga hevur fylt nógv í almenna orðaskiftinum seinastu tíðina.

2022-03-31 11:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Samgongan hevur havt sum aðalmál, at semja skal finnast millum allar avvarðandi partar og tað er av stórum týdningi, at málið sum skjótast verður loyst.

Tað stóð tó skrivað fyri stuttum í miðlunum, at landsstýrismaðurin hevði slept ætlanini um at finna eina semju, tí tað er so mikið torført og útlitini fyri semju eru ikki góð, ella nærum ikki til staðar. Tað er tískil av alstórum týdningi at fáa greiðu á, hvar málið liggur nú og um hvørji útlitini eru fyri, at yvirhøvur finna eina semju.

Í tí sambandi havi eg sent Magnus Rasmussen, landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning:

1. Hvussu gongur við arbeiðnum um at finna eina semju millum partarnar um gongd í haga?
2. Nær kann væntast, at ein semja fyriliggur og at eitt uppskot verður lagt fyri løgtingið?
3. Hvørjar ítøkiligar avbjóðingar eru fyri at koma á mál um eina semju?
4. Um so er, at partarnir ikki kunnu semjast, ætlar landsstýrismaðurin so at sleppa málinum um at skipa gongd í haga?

Vónandi fáa vit greiðu á, hvar málið liggur og hvat vit kunnu vænta í samband við málið um gongd í haga.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder