Lýsing

Húsavørður til Sørvágs kommunu

Søkt verður eftir einum húsavørði til Sørvágs kommunu at byrja 01. mars 2025, ella eftir nærri avtalu.

2025-02-05 18:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Arbeiðsuppgávur:

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar. Talan er um ymiskar fyrifallandi uppgávur.

Umvælingar/viðlíkahald av bygningum, bæði innan og uttan, umframt økir uttandura.

Eisini skalt tú kunna taka á teg uppgávur uttan fyri vanliga arbeiðstíð. t.d. um tiltøk eru.

 

Førleikar:

  • Vit ynskja, at tú hevur góð handalig evni og eina handverkaraútbúgving.
  • Sum persónur ert tú arbeiðsom/samur, ágrýtin og røkin, og tú hevur hug, 

                        at seta teg inn í nýggj arbeiðsøkir.

  • Sjálv/ur dugir at síggja hvat tørvur er á í mun til viðlíkahald o.a.
  • Vera fyrikomandi, samstarvs- og tænastusinnað/ur og duga at samskifta  bæði við børn og vaksin.
  • Duga at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Setanarviðurskifti:

Talan er um eitt fulltíðarstarv, lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og avvarandi yrkisfelag.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera Sørvágs kommunu, Varðagøtu 8, 380 Sørvági ella [email protected] í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20.februar kl. 12:00

 

Um tú ynskir at fáa meira at vita um starvið, vinarliga ring til Jákup Suna Lauritsen tekniska leiðara á tlf. 233216

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


Sørvágs kommuna tilskilar sær rættin til, ikki at seta nakran av umsøkjaranum, og um neyðugt, at lýsa starvið av nýggjum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder