Ítróttur

Húsareynstunnilin letur upp 6. juli

.

2025-06-19 23:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Súkkling í Føroyum skrivar:

Setið kross í kalendaran tann 6.juli, tí tá verður eitt fólksligt tiltak í Havn.

Húsareynstunnilin letur upp og øll eru boðin við at renna, ganga ella súkkla frá Marknagilsvegnum, gjøgnum tunnilin, eftir Havnarvegnum fyri so enda í høllini við Tjarnir, har Tórshavnar Kommuna bjóðar ein drekkamunn.

Teinurin er góðar 4 km.

Hátíðarhaldið byrjar við horntónleiki kl 13 og kl. 13.30 eru røður og tá snórurin er kliptur, hita vit upp og so fara vit øll avstað.

Góðir parkeringsmøguleikar eru við Glasir og aftaná tiltakið koyra bussar frá Tjarnum aftur til parkeringsøkið.

Komið við! Hetta verður heilt sikkurt gott og Bragdið er sjálvandi við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder