
Slagorðið “hugsa teg væl um, ger skjótt av” hevur Bent Flyvbjerg orðað, og hevur saman við Dan Gardner skrivað bókina How Big Things Get Done.
Tann 17. november 2024 hevði Landsbankin og Búskaparráðið boðið Bent Flyvbjerg til Føroya at greiða frá bókini. Tiltakið var í Norðurlandahúsinum og nógv fólk vóru møtt upp.
Bent Flyvbjerg, professari í Oxford og á KT- universitetinum í Keypmannahavn, hevur síðani í 90’unum granskað í, hví tað so oftani kemur fyri, at stórar verkætlanir ikki ganga sum ætlað, bæði í tíð, kostnað og nyttu. Vit kenna fleiri dømir í Føroyum um verkætlanir bæði í almenna og privata geiranum, sum bæði hava tikið longri tíð og kostað meira, enn upprunaliga ætlað; eitt dømi í almenna geiranum er Glasir. Dømini úr Føroyum eru ikki eindømi, tí tað finnast mong dømir um tílíkar verkætlanir úr øllum heiminum. Sambært bókini hjá Bent Flyvbjerg, eru tað bara nakrar heilt fáar verkætlanir; um 0,5%, sum halda tíðar- og kostnaðarætlanina og geva ta nyttuna, sum lovað.
"Verkætlanir ganga ikki galið, tær byrja galið," sigur Bent Flyvbjerg.
Bent Flyvbjerg leggur dent á týdningin av at hava eina gjølla fyrireiking og realistiskar ætlanir frá byrjan. Hetta merkir at savna neyðugar upplýsingar, greina váðar, og tryggja, at allir partar eru samdir um mál og ætlanir. Bent Flyvbjerg hevur kannað ein hóp av verkætlanum úr øllum heiminum og er millum annað komin til ta niðurstøðu, at tær verkætlanir, sum eru eydnast væl, hava verið sera væl fyrireikaðar.
Í verkætlanarleiðslu er tað ofta freistandi at byrja skjótast gjørligt, men granskingin hjá Bent Flyvbjerg vísir, at ein meira umhugsin tilgongd kann føra til betri úrslit. Tað er betri og væl bíligari at gera feilir í fyrireikingartilgongdini samanborið við tá ið verkætlanin er farin í gongd. Við at fyrireika verkætlanina væl, kann verkætlanarleiðslan sleppa undan óneyðugum broytingum, sum kunnu elva til seinkingar og ógreiðar arbeiðsgongdir.
Tá ið komið er á mál við fyrireikingini, skal gerast skjótt av fyri at tryggja, at verkætlanin verður framd innan fyri ásettu tíð og kostnað. Hetta fremur effektiva nýtslu av arbeiðsmegi og útgerð og at fíggingin verður nýtt á besta hátt. Við at bera seg skjótt at avmarkar verkætlanarleiðslan óvissurnar. Eitt styttri byggitíðarskeið minkar um møguleikan fyri broyttum umstøðum og harvið kostnað, og tað hjálpir at halda fokus og fyribyrgir drál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald