2024-09-05 17:39
Leygardagin 7. september kl. 11:00 verður hátíðarhald í Plantasjuni í Trongisvági. Plantasjan verður 100 ár og sjálvandi verður tað gjørt okkurt burturúr.
Borgarstjórin, Kristin Michelsen bjóðar vælkomin og Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, heldur røðu.
Skipað verður fyri rundferð í Plantasjuni, saman við Rakul Arnfríð Dam, landsskógarvørði. Samstundis er framsýning um viðarvøkstur og ymiskt barnaítriv á skránni. Møguleiki verður eisini at seta eitt træ niður.
Afturat øllum verður felagssangur og harmonikutónleikur og pylsur verða grillaðar. Afturvið verður okkurt drekkandi til børnini og kaffi.
Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja í Plantasjuni, nú 100 ár eru liðin, síðan fyrsta træið varð plantað á staðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald