Ítróttur

HSF: U19-menn: Tryggur sigur á Finnlandi

.

2025-06-30 18:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


U19-menn: Tryggur sigur á Finnlandi
Føroysku U19-menninir vunnu eisini seinna dystin í dag. Føroyar vunnu greitt 26-16 á Finnlandi, eftir at Føroyar vóru á odda 14-9 í hálvleikinum.
Í mun til dystin í morgun, byrjaðu Føroyar við heilt nýggjari uppstilling. Byrjanin var tó trilvandi og álopsspælið stirvið. Verjan hekk illa saman og okkara taptu mann móti mann-dystirnar. Finnar vóru við hesum væl við í dystinum og til tíðir omaná. Føroyska álopsspælið batnaði tó so líðandi, og verjan stóð eisini betri saman við Bjarna í málinum. Eftir at liðini høvdu fylgst fyrstu 15 minuttirnar, tá støðan var 9-9, gjørdu okkara eitt hál og fóru til hálvleiks frammanfyri 14-9.
Føroyar stýrdu seinna hálvleiki fult og heilt og øktu um munin. Ingi Johannesen kom inn í føroyska málið og hevði fleiri bjargingar, meðan Lýðari í Dímun, sum ikki spældi í morgun, var vandamikil við langskotum. Lýðar gjørdist toppskjútti við 6 málum. Føroya vunnu 26-16.
Føroyar møta Svøríki í morgin kl. 09.30, føroyska tíð, og Kroatia mikudagin kl. 12.00. Allir dystirnir kunnu stroymast á ehftv.com.
Dystargongdin Føroyar – Finnland:
5 min. 3-3
10 min. 5-6
15 min. 9-9
20 min. 14-9
25 min. 17-11
30 min. 22-13
35 min. 25-13
40 min. 26-16
Málskjúttar hjá Føroyum:
Lýðar í Dímun 6
Filip Haldansen 5
Jákup Egholm 5(3)
Jógvan Andreas Lamhauge 3
Magnus Árason 3
Brandur Hansen 2
Erling Erlendsson 1
Helgi Haldorsson 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder