Ítróttur

HSF styrkir um ítróttarliga toymið

Fyri at tryggja framhaldandi menning av føroyskum hondbólti, bæði fyri breidd og úrval, hevur HSF sett bæði fulltíðar kropsligan- og mentalan venjara í starv.

2025-04-23 12:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF ynskir við hesum, í størri mun, at veita feløgunum vegleiðing, skeið, fyrilestrar og ráðgeving á hesum økinum. Landsliðini fáa samstundis serkønan stuðul, sum styrkir um leikaramenning og samstarv millum lið, venjarar og stuðulstoymi. Mentalur og kropsligur stuðul gevur leikarunum eitt trygt og mennandi umhvørvi og stimbrar drívmegi hjá leikarunum at halda fram við ítróttinum.

Leikaratilfeingið í Føroyum er avmarkað samanborið við flestu londini vit kappast við. Tað er tí av stórum týdningi at tryggja, at føroyskir hondbóltsleikarar, sum ynskja at bjóða seg fram á okkara landsliðum, hava so góðar møguleikar sum gjørligt fyri at mennast og trívast.

Fyri at vera kappingarfør, er tað umráðandi, at føroyskir leikarar eisini fara uttanlands at spæla ávís tíðarskeið á teirra hondbóltsleið. Setanin av einum mental- og kropsligum venjara, er eisini ein liður í at styrkja verandi ítróttaligu ráðgevingina í HSF, sum kann veita leikarunum ráðgeving í mun til, hvat umhvørvi og støði er hóskandi hjá teimum at spæla á, umframt at hjálpa teimum at trívast og avrika har teir eru. Í mun til hetta verður ein av uppgávunum hjá Jensi og Pól Hendrikki at hava regluligt samskifti við landsliðsleikarar og vegleiða (bæði á ungdóms- og A landsliðunum), tá talan er um viðurskifti á og uttanfyri vøllin. 

Jens á Skipagøtu settur sum mental venjari
Jens á Skipagøtu hevur í fleiri ár virkað sum mentalvenjari hjá fleiri av føroysku landsliðunum. Uppgávan er nú vaksin somikið, at HSF hevur gjørt av at seta Jens á Skipagøtu í fulltíðarstarv, fyribils tíðaravmarkað til 2 ár.

Ítróttur á høgum støði er ikki bert kropsliga avbjóðandi, men eisini mentalt krevjandi. HSF hevur tí lagt alsamt størri dent á at arbeiða við tí mentala partinum av hondbóltsspælinum. Hetta arbeiðið er liður í føroyska leistinum og fyri at røkka teimum málum og visiónum, sum føroyskur hondbóltur hevur sett sær.

Í starvinum verður hann framhaldandi mentalvenjari hjá landsliðunum, og skal hann eisini menna tilvitanina um tann mentala partin av hondbóltsspælinum hjá landsliðsvenjarum og venjarum í føroysku feløgunum. Jens kemur at hava ein týðandi leiklut í nýggju venjaraútbúgvingini og í leikaramenningini hjá HSF. Við hesum verður mentali partin styrktur longu í ungdómsarbeiðinum, soleiðis at leikararnir verða betri fyrireikaðir til avbjóðingar í framtíðini.

Jens á Skipagøtu er útbúgvin fólkaskúlalærari. Harumframt hevur hann akademiútbúgving innan leiðslu og grundútbúgving sum kognitivur sálarheilsuráðgevi. Í løtuni er Jens á Skipagøtu í ferð við at taka yvirbygnaðin sum kognitivur sálarheilsuráðgevi og masterútbúgving í trivnaðar- og resourcepsykologi á Aarhus Universiteti.

Jens hevur starvast sum skúlalærari og skúlaleiðari seinastu nógvu árini, umframt at hava egið virki. 

Pól Hendrikur Andreasen nýggjur kropsligur venjari hjá HSF
Føroyskur hondbóltur hevur verið í støðugari menning seinastu árini. Stóra menningin setur alsamt størri krøv til kropsliga venjing og er hetta vorðin ein av grundarsteinunum í hondbóltsvenjing.

HSF hevur tí sett Pól Hendrik Andreasen í fulltíðarstarv sum kropsligur venjari. Pól Hendrikur kemur at samstarva við føroysku feløgini um kropsliga venjing, herundir at skipa leistir, ið kunna brúkast av feløgunum til betri kropsliga venjing.

Karmarnir fyri kropsligari venjing eru batnaðir hjá flestu feløgunum seinastu árini, og tí ynskir HSF nú, saman við feløgunum, at tryggja eitt høgt venjingarstøði. Kropsligi venjarin verður partur av leikaramenningini fyri at tryggja, at ungu leikarar fáa eina góða innlæring í kropsliga venjing.

Pól Hendrikur Andreasen hevur bachelor útbúgving í Sports Rehabilitation frá University of Salford í Onglandi, og hartil útbúgving sum persónligur venjari. Hann hevur royndir sum kropsligur venjari hjá 07 Vestur, og er haraftrat bæði formaður og høvuðsvenjari í styrkifelagnum Stoyt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder