
Við kvinnunum luttaka Føroyar fyri fyrstu ferð nakrantíð í einum HM-endaspælið fyri vaksin. HM-endaspælið verður leikt í Týsklandi og Niðurlondum í døgunum 26. november til 14. desember 2025.
Endaspælið verður leikt í Rotterdam og ‘S-Hertogenbosch í Niðurlondum og í Stuttgart, Dortmund og Trier í Týsklandi.
32 lond luttaka í HM-endaspælinum. Leikt verður í 8 bólkum á 4 lið, har 3 lið koma víðari í millumumfarið, har leikt verður í 4 bólkum. Liðini fáa stigini við sær, sum tey hava fingið móti teimum liðunum, sum eisini koma víðari. Ovastu tvey liðini úr hvørjum bólki í millumumfarinum koma í fjórðingsfinalurnar. Liðini sum ikki koma víðari úr innleiðandi umfarinum spæla sonevnda Presidents Cup um plássini frá 25 til 32.
Les meira um HM-endaspælið her: https://worldhandball25.com/
Lutakastið til HM-endaspælið verður 22. mai. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum og ferðing kemur eftir hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald