2025-02-21 12:27

Enn eru nøkur pláss eftir á komandi dómaraskeiðunum. Freistin at melda til skeiðini 25. februar á Argjum og 27. februar í Runavík er mánadagin 24. februar kl. 14.00.
Komandi tíðina fer HSF at hava ein røð av dómaraskeiðum. Tvey vera í februar, tvey í mars og fýra í september.
Dómarar kunnu taka trý ymiskt prógv, A-, B- og C-dómararprógv. C-prógvið er ætlað teimum, sum døma upp til og við U14, B-prógvið til 1. deild, 2. deild, U18 og U16, meðan A-prógvið er til fremstu deildirnar.
Fyri at fáa C-prógvið krevst, at ein tekur grundskeið 1.1 og 1.2, sum eru tríggjar tímar hvørt. 1.1 umfatar leiktlutin at vera dómari, døming í U8 til U12 og grundleggjandi dómararreglar. 1.2. umfatar serreglur fyri U-deildir, praktisk dømi og eina dómararoynd.
Tey fyrstu fýra skeiðini eru C-skeið 1.1, sum er felags dómaraskeið fyri øllum áhugaðum, leikarum, venjarum og hjálparfólkum. Aldursmarkið fyri hesi skeiðini er 14 ár.
Komandi C-skeið 1.1 eru ókeypis, liggja soleiðis og ber til melda til her:
25. februar á Argjahamir kl. 19.00
27. februar í Runavík kl. 19.00
4. mars í Klaksvík kl. 19.00
6. mars á Giljanesi kl. 19.00
Melda til eitt av skeiðunum her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald