2024-12-23 22:40
Magni Arge:
HORVNI MYKINESMAÐURIN
Sending í KVF jóladag klokkan 13.
Tá farið varð undir útskifting av jørð í Mykinesi í sekstiárunum, hekk ein gyllin av jørð í leysari luft, tí mykinesmenn vistu ikki um eigarin Jóan Frederik Joensen var livandi ella deyður.
Hann fór til Kanada í 1912, og hevði javnan samband við familjuna heima í Føroyum fyrstu árini. Men sambandið slitnaði um 1920, og hóast bæði familja og sorinskrivari leitaðu uppi og nirði í Kanada at bera honum deyðsboð av pápanum og mammuni og arv í tí sambandi, so funnu tey hann ikki.
Tey funnu hann heldur ikki í 1966, men gyllinin hann arvaði, var aftur tinglýstur sum ogn hjá Jóan Fredrik Joensen - búsitandi í Kanada - hóast ongin hevði hoyrt frá honum í 46 ár.
Men hvør var Jóan Frederik Joensen, hví fór hann til Kanada, hvør var hansara lagna, og hvønn arv legði hann eftir seg?
Tað hoyra vit um í sendingini ”Horvni mykinesmaðurin” jóladag klokkan 13, sum byggir á brøv hann skrivaði heim til familjuna, føroysk og amerikonsk skjøl og aðrar føroyskar og amerikanskar keldur.
Myndina tók mostur hansara Elsa Petersen, sum var fødd Debes. Hon var av Mortanstovufólkinum í Havn og hevði lært til fotograf.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald