Politikkur

Høpisleysa skattaálopið á útisiglarar

Tað kemur ikki meira inn í skatti. Tvørturímóti. Mest sannlíkt kemur nógv minni inn í skatti.

2023-11-12 22:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Tað kemur ikki meira inn í skatti. Tvørturímóti. Mest sannlíkt kemur nógv minni inn í skatti.

Vit hava tíbetur nógvar útisiglarar, men tað er ymiskt hvussu hesi verða skattað. Okkara grannalond hava øll serskipanir fyri siglandi fólk. Tað eru tvær orsøkir til tess. 

Eitt er at virða, at hesi eru burtur frá heimi og familju helvtina av árinum. Hin orsøkin er, at vinnan og arbeiðsmegin skal vera kappingarfør. 

Verður siglt undir donsku altjóða skipanini DIS er lønin nettoløn og samb. avtalu, sum landsstýrið gjørdi við donsku stjórnina, verður lønin ikki skatta.

Verður siglt við tildømis norskum farma- og/ella veitingarskipi verður tú skattaður alt eftir hvar tú hevur siglt. Norðurlendska skattaavtalan sigur, at skattur skal rindast, har ein abeiðir, tvs. verður siglt á norskum sjóøki, verður norskur skattur rindaður til Norra. 

Norska stjórnin hevur júst hækkað botnfrádráttin til 150.000 kr., meðan vinstravenda landsstýrið við Akseli V. Johannesen á odda hevur ætlanir um at revsa útsiglar við at lækka frádráttin.

Gamla skattaskipanin í Føroyum var ótolandi fyri tey siglandi og tí innførdu vit skipan við 120.000 kr í botnfrádrátti og 35% í skatti av rest. Hetta var gjørt fyri at eggja fólki at søkja starv, har skatturin var rindaður til Føroyar, heldur enn til grannalondini. 

Tað eydnaðist, tí fleiri skiftu starv til føroyskan skatt. 

Nú vil landsstýrið leypa á hesan skipan og oyðileggja hana. Hvørjar møgurleikar hava tey, sum sigla undir skipan, har skatturin verður rindaður í Føroyum. Jú, tey kunnu velja at rinda ovurstóru skattahækkingina, ella tey kunnu flyta til okkara grannalond, ið hava frádráttir til siglandi fólk. 

Í triðja lagi kunnu tey søkja sær starv undir td. DIS skipanini ella við norskum skipum í norskum sjóøki. 

Mest sannlíkt velja tey ein av báðum teimum seinnu møguleikunum. Úslitið fyri Føroyar verður als ikki meira skattakrónur í landskassan, men heldur ein stór minking av skattainntøkum. 

Allan mín uppvøkstur hevur ein við undran sæð upp til tey mongu, sum hava manna brúgvar og maskinrúm á farma- og veitingarskipum kring allan heim. Hesi eru burtur heimanfrá helvtina av árinum og koma til landið við hópin av peningi. Talan er um í hvussu er eina milliard kr. um árið. Tað er meira enn øll ferðavinnan. Útisiglarar hava tískil sera stóran týdning fyri okkara búskap og vælferð. 

Okkara aðalmál eigur at vera, at tað skal loysa seg at búgva í Føroyum, eisini um ein arbeiðir í útlandinum. Tað gera vit bert, um uppskotið hjá landsstýrinum verður beint í ruskílatið. 

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder