Politikkur

Hólmgonga millum kollafjarðarvalevnini

Í Kollafirði stilla tveir kollfirðingar upp til kommunuvalið í Tórshavn. Talan er um Anja Weyhe (E) og Bergur Robert Dam Jensen (C). Mikukvøldið 23. oktober verður skipað fyri hólmgonga millum hesi bæði valevnini í Kollafjarðar skúla. Evnið á fyrsta valfundinum verður undirstøðukervið og trivnaðurin í bygdini. Ben Arabo verður orðstýrari.

2024-10-23 07:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Umframt sjálva hólmgonguna millum Anja Weyhe (E) og Bergur Robert Dam Jensen (C), verða eisini viðkomandi hagtøl og fakta løgd fram, sum vísa støðuna í Kollafirði í dag.

Á hólmgonguni millum valevnini, verður farið inn fleiri ymisk evni, eitt nú kloakkir, ferðslutrygd, busssamband, bátahyl, lendisgøtur, børn og ung, kommunulækna, tannlækna og trivnaðin í bygdini.

Møguleiki verður somuleiðis hjá veljarunum at viðmerkja og seta spurningar til valevnini. Drekkamunur verður eisini at fáa.

Fyriskipanir av tiltakinum er eitt valtoymi av kollfirðingum, ið rópa seg “Vel ein kollfirðing” og sum hevur til endamál at fáa kollfirðingar, ið vilja raðfesta Kollafjørð, valdar inn á býráðið í Tórshavnar kommunu.

Næsti veljarafundurin í Kollafirði verður 10. november 2024, kl. 19.00. Tá verða evnini bústaðir og eldrasambýlið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder