2025-04-17 08:09

Í eini javnari støðu, sum uppstóð við tí sokallaðu Reti byrjanini, lat Høgni í allari stillheit sína a finnu standa í blonkum deyða, meðan hann byrjaði ein sannan finnu storm á tí alt avgerandi miðjuni í talvinum. Hans Kristian beit á og tók a finnuna við frúnni. Gaman í fekk hann eina finnu, og tað var jú legendariski Bobby Fischer, sum á sinni segði: a pawn is a pawn!
Men prísurin var, at fúgvin endaði úti á síðulinjuni, meðan Høgni yvirtók kampin um sentrum.
Og so gekk tað skjótt. Eftir fáum leikum hótti Høgni beinleiðis mát. Hans Kristian mátti parera við at flyta eina finnu frammanfyri kongin og harvið vikna konga støðuna.
Høgni koyri á við d og f finnunum og tá kollfirðingurin eisini valdi at taka c finnuna, endaði tað galið. F finnan kom allan vegin fram á f3, og við frúnni á g4 fekk Hans Kristian ikki vart fyri mátinum og kundi einki annað gera enn at leggja kongin.
Við sigrinum í gjár hevur Høgni framvegis eina imponerandi 100 prosents skoru.
Eins og higartil í kappingini liggur Luitjen framvegis beint í hølunum á rating favorittinum, tá hann vann á tí lægst rataða Petur Gardar.
Í einum Benoni kom Petur við tí svarta fólkinum væl frá byrjanini og tá tað sá út til, at tað endaði við leikendurtøku eftir 33. leik, víkti Luitjen í síðstu løtu frá, og so gekk skjótt niðurá hjá Peturi.
Uttan nakað hóvasták borðaði Luitjen fyri ein rók inn í støðuna hjá Peturi og síðani ein riddara. Tá Petur í tí støðuni valdi at býta frúgvar av, hevði hann ikki sæð, at d finnan hjá Luitjen umgangandi avgjørdi talvið, tá frúgvarnar vóru avbýttar.
Wille og Haldur tímdu ikki tað stóra í gjár og tóku ein skjótan javnleik.
Talvið millum Elias og Heðin bleiv akkurát líka vilt, sum eg skrivaði í gjár. Heðin setta alt í eitt beinleiðis álop á hvíta kongin, sum var farin í longuborg, meðan svarti kongurin bleiv standandi í miðjuni.
Júst tá álopið sá út til at braka ígjøgnum valdi Heðin at satsa og offra ein kvalitet. Tað skuldi hann ikki gjørt, tí tá avtornaði, bleiv júst tað avgerandi.
Í tí røttu løtuni kontraði Elias við at offra kvalitetin aftur og fáa ein heilan mann, og so var tap í hendi hjá Heðini. Eitt keðiligt tap hjá honum, tí tað var hann, sum í stóran mun skapti talvið í dag.
Vit kunnu bara ásanna, at tað ofta ikki er nóg mikið at standa betur og at tað mangan kann vera sera trupult at vinna støður, har ein stendur betur.
Eftir dagsins umfar er støðan:
1. Høgni 5 stig
2. Luitjen 4,5 stig
3. Elias 3 stig
4. Hans Kristian 2,5 stig
5-6. Wille 1,5 stig
5-6. Petur Gardar 1,5 stig
7-8. Haldur Suni 1 stig
7-8. Heðin 1 stig
Í dag verður eitt spennandi umfar, tí tá fær Hans Kristian Luitjen við tí hvíta fólkinum. Um hann skal taka triðja plássið frá Eliasi, so skal Hans Kristian fáa okkurt burturúr talvinum.
Høgni fær hvítt móti ein sera svongum Heðin Gregersen. Men óansæð, so er Høgni stór favorittur.
Elias fær við svarta fólkinum Haldur Suna. Eisini hann má fáa okkurt burturúr tí talvinum, um hann skal gera sær vónir um at halda fast í triðja plássinum.
Hjá Petur Gardar og Willa er ikki so nógv at telva um, tá teir liggja nokk so mitt í kappingini.
Og meðan vit lata 6. umfar koma og fara kunnu vit nevna, at í tí 7. og seinasta umfarinum fáa vit ta ultimativu uppgerðina millum Luitjen og Høgna. Um teir báðir vinna í 6. umfari, so verður talan um eina sanna gysara finalu langafríggjadag!
6. umfar verður telvað í dag á Skúlatrøð og byrjar klokkan 14:00. Øll hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið at síggja, hvussu leikur fer.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald