Politikkur

Høgni Hoydal hevur brotið síni lyfti og svikið sína ábyrgd

“Endamálið hjá Føroya Óðalsfelag er at fáa óðalsfólk at standa saman, um at røkja okkara rættindi og áhugamál; at skapa virðing fyri føroyskum landbúnaði, og at virka fyri vernd av Føroya náttúru, vøkstur og djóralív.”

2024-02-16 21:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Okkara viðtøkur eru púra greiðar.

Endamálini standa vit saman um, uttan mun til hvussu skiftandi landsstýrini eru samansett.

Føroya Óðalsfelag er politiskt óheft. Og okkara mongu limir, um alt landið, hava líka so nógvar ymiskar litir, sum føroyingar annars. Úteftir royna vit tí at upplýsa allar flokkar um okkara sjónarmið, og eftir førimuni, at samskifta við allar politikarar, fyri at fáa tey at taka serlig atlit til náttúru og landbúnað, tá lógir og kunngerðir verða gjørdar.

Vikuna áðrenn Løgtingsvalið í desembur heitti ein stórur skari av ótryggum tjóðveldis-veljarum á felagið, um at fáa greiðu á prinsipiellu støðuni hjá Tjóðveldi, til ognarrættin, og til hvørsmansrættin. Nevndin skrivaði tí til formannin í Tjóðveldi, Høgna Hoydal, og bóðu hann geva okkum eitt greitt skrivligt svar, áðrenn løgtingsvalið.  - Og Høgni var greiður. Púra greiður.  

Fyri at endurgeva formannin í Tjóðveldi orðarætt, so gav Høgni Hoydal okkum tað lyftið “…ikki at trumla nakað politiskt og lóggávu ígjøgnum, sum ger upp við lóg og ognarrætt og brúksrætt og lunnindi og avgerðarrætt og rættartrygd – og ta skipan, ið helst er einasta veruliga føroyska rættarskipan og konfliktloysingsskipan, sum vit hava í Føroyum og sum hevur nærum 1000 ár á baki.”

Víðari skrivar hann: “At øll rættarskipanin og konfliktloysingarskipanin kring landbúnað og jørð við landbúnaðarstevnu, yvirlandbúnaðarstevnu, grannastevnu, hagastevnu (einasta veruliga føroyska rættarskipan og siðvenja) o.s.fr. skal vera grundarlag, tað standi eg sjálvsagt fult inni fyri. At jarðarlógirnar verða virdar, ognar- og brúksrættur og lunnindi, er sjálvsagt.”

Nú Høgni Hoydal sjálvur situr sum landsstýrismaður, og einsamallur hevur valdið til at tryggja, at galdandi jarðarlógir verða virdar, og at náttúra og landbúnaður verða vard… Hví velir hann so tilvitað at bróta síni lyfti, og gera beint tað øvugta? Til frama fyri eina fyrilitarleysa og altoyðandi hópferðavinnu?

Ber Høgni hetta lógaruppskotið í tingið, so brýtir hann sostatt ikki bara sítt lyfti til 8000 ognarfólk í Føroyum. Hann svíkur eisini sína ábyrgd mótvegis Føroya náttúru. Strikar Høgni jarðarlógirnar, so oyðileggur hann samstundis eina aldargamla staðbundna mentan og siðvenju, sum altíð hevur verið tann viktigasti lokali verjugarðurin fyri okkara náttúru.

Øll vita vit í dag, at vernd og friður er tað viktigasta fyri gróður, seyð og heiðafugl.

Hvussu kann Høgni Hoydal so nú knappliga geva øllum heimsins borgarum frítt at fara, ókeypis og óskipað, í øllum høgum?

Hetta lógaruppskotið verður ein vanlukka, fyri okkara sera viðbreknu náttúru.

Enn hava vit eina lítla vón, um at Høgni Hoydal velir at virða síni egnu lyfti… Tí sum Høgni sjálvur skrivaði í sínum telduposti, so vildi hann ikki bara geva okkum “…eitt politakarasvar ella eitt svar fyri at royna at fáa ella lumpa atkvøður í einum so týdningarmiklum máli.”

Komandi tíðina fáa vit so at síggja, um ein maður er ein maður, og eitt orð er eitt orð.

---- ---

Føroya Óðalsfelag hevur sagt tað ofta, og nú siga vit tað einaferð afturat:

Føroyingar eru ikki trupulleikin. Vit hava einki ímóti at føroyingar fara sær ein privatan túr í hagan.

Men vit fara ongantíð, og undir ongum umstøðum, at taka undir við eini lóg, sum gevur milljónum av fremmandafólki ókeypis atgongd, til at oyðileggja Føroya náttúru, djóralív og landbúnað.

FØROYA ÓÐALSFELAG

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder