2025-07-28 10:00

Høgaberg landaði smá 200 tons av makreli til Pelagos í gjárkvøldið, teir eru nú áveg aftur av makrelfeltið í føroyskum í landnyðring úr Føroyum, har royna Norðborg og Fagraberg umframt nøkur russisk skip.
Í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið royna 4 grønlendsk skip um framt eini 15 íslendsk og eini 15 russisk skip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald