Politikkur

Hjólini mæla framvegis við góðari ferð

Fyri 2026 er vøksturin í BTÚ í leypandi prísum mettur at gerast 6,2%. Tað eru fyrst og fremst privata nýtslan og útflutningurin, sum toga vøksturin upp í 2026. Landskassin og kommunurnar hava framvegis hall, og neyðugt er at fremja umfatandi nýskipanir og sparingar. Eisini eigur politiski myndugleikin at taka avbjóðingina við manglandi bústøðum í álvara, tí ein týðandi fortreyt fyri at fáa fólki á støðast í Føroyum er, at tað er møguligt at fáa eitt býli.

2026-03-02 19:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Búskaparligu vísitølini eru positiv

Vøksturin í BTÚ í 2026 er mettur at verða 6,2% og 3,3% í 2027. Tað eru fyrst og fremst privata nýtslan og útflutningurin, sum toga vøksturin upp, men almenna nýtslan og privatu íløgurnar geva eisini síni íkast til vøksturin í BTÚ í 2026. Somu viðurskifti toga vøksturin upp í 2027. Fyri pelagiska fiskiskapin væntast betri prísir í 2026 og kvotuniðurskurð á makreli og svartkjafti. Harafturat væntast ein vøkstur í bæði nøgd og prís á laksi, ið merkir, at útflutningsvirðið væntast at økjast í 2026. Í búskapinum mæla hjólini framvegis við góðari ferð. Starvsfólkatalið er veksandi, arbeiðsloysið er lágt, og stórur vøkstur er í lønargjaldingunum. Treystið hjá húsarhaldunum er óbroytt í nýggjastu brúkarakanningini, og kortnýtslan er økt í 2025. Peningastovnarnir vísa á, at fíggjarliga støðan hjá húsarhaldunum er batnað vegna lønarhækkingar og rentulækkingar, og harafturat er inflatiónin lág.

Land og kommunur hava framvegis hall

Hallið í landskassanum er mett at vera 50 mió. kr. í 2025, 368 mió. kr. í 2026 og 207 mió. kr. í 2027. Í heyst metti Búskaparráðið saman við Fíggjarmálaráðnum, at úrslitið á fíggjarlógini fyri 2025 fór at vera eitt hall á 390 mió. Fyribils metingin er tó, at hallið verður 50 mió. kr. í 2025. Tað er væl betri enn mett í heyst, og tað er gott. Høvuðsorsøkin er, at raksturin er betraður.

Tað er tó framvegis hall í landskassanum í allarbestu búskaparligu tíðum. Somuleiðis væntast hall hjá kommununum. Tá ið almennar útreiðslur til rakstur og íløgur veksa í góðum tíðum er tað við til at gera búskapin yvirhitaðan, og alt samfelagið rindar fyri tað við hægri prísum. Samstundis er eingin uppsparing til tá tíðirnar venda, har tað tískil kann gerast neyðugt at spara. Tað er bráðneyðugt at fáa búskapin hjá tí almenna at hanga saman búskaparliga nú og í framtíðini, men politiski myndugleikin er sera trekur at gera tær nýskipanir og sparingar, ið skula til. Eitt nú eru ætlanir um at fara undur at bora ein tunnil til Suðuroyar – áðrenn loysn er funnin á avbjóðingini at tryggja fíggjarpolitiska haldførið. Tað er ábyrgdarleyst. Neyðugt er at gera eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu málið um fíggjarpolitiskt haldføri verður nátt. Henda risa avbjóðing eigur at vera tikin í álvara.

Setið í verk nýskipanir og sparingar

Nøkur dømir á nýskipanir og sparingar er at lækka talið av kommunum, at fáa dupultfunktiónir burtur á eitt nú sjúkrahúsøkinum og millum land og kommunur á almannaøkinum. Somuleiðis eru nógvir smáir fólkaskúlar og stovnar bæði í almannaverkinum og á eldraøkinum. Fyri at betra um fíggjarliga úrslitið eru møguleikar at betra um inntøkurnar. Til ber at økja um tilfeingisinntøkurnar frá fiskivinnuni og alivinnuni. Annað dømi er at økja partafelagsskattin, sum er lægri í Føroyum enn í øllum hinum Norðanlondunum.

Bústaðartrotið má takast í álvara

Veksandi sethúsaprísirnir benda á, at útboðið av bústøðum framvegis er ov lágt. Neyðugt er, at politiski myndugleikin ger nakað fyri at veksa um útboðið av bústøðum, tí ein týðandi fortreyt fyri at fáa fólkið at støðast í Føroyum, er at tað er møguligt at fáa eitt býli. Kommunurnar eiga sín leiklut í bústaðartrotinum, tí tað eru tær, ið veita byggiloyvi og gera lendi byggiklár. Harafturat standa býli tóm í fleiri kommunum, har tað ber til at áseta bústaðarskyldu og at avmarka stutttíðarleigu. Onnur tiltøk kunnu vera at áseta fastognarskatt og at stigvíst taka rentustuðulin burtur.

Føroyar eiga at stýra veiðitrýstinum við kvotum

Toskastovnurin er vorðin eitt vet betri fyri, og tí er vandi fyri, at øll skipini fara at leggja seg eftir at fiska tosk nú tá ið prísurin á toski er høgur. Við hesum gerst veiðitrýstið eftir toski ov høgt. Neyðugt er at stýra, hvussu nógvur fiskur verður tikin úr stovninum á hvørjum ári. Mælt verður til at broyta skipanina frá fiskidøgum til kvotur, tí tað verður mett at vera eitt betri stýringsamboð fyri veiðitrýstinum á teimum ymisku fiskastovnunum, bæði lívfrøðiliga og búskaparliga.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder