Politikkur

Hjálparpakkin til listafólk longdur og upphæddin hækkar

Listafólk fara at fáa hjálparpakka aftur til 1.mei í fjør, og samlaða upphæddin í hjálparpakkanum hækkar uppí 2 milliónir krónir.

2022-04-26 15:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er ein samd Mentanarnevnd, ið hevur tikið undir við broytingaruppskotinum.

”Eg fegnist um, at tað hevur borið til at fáa semju í Mentanarnevndini um uppskotið”, sigur Beinta Løwe, forkvinna í Mentanarnevndini í Løgtinginum.

”Bæði samgonga og andstøða í nevndini hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa semju og bøta um listapakkan til listafólk."

Upprunaliga uppskotið frá landsstýrismanninum gav listafólkum hjálparpakka frá 9.desember í fjør til 31. januar í ár, og samlaða upphæddin var sekshundraðtúsund krónur.

Men Mentanarnevndin hevur broytt uppskotið, so hjálparpakkin gongur aftur til 1.mei í fjør, og samlaða upphæddin er nú 2. milliónir krónur.

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder