Politikkur

Hjálparpakki til fíggjarliga sperd

Príshækkingin á gerandisvørum er ógvuslig. Inflatiónin í okkara parti av heiminum er tann hægsta í 40 ár. Her heima vaks brúkaraprístalið við góðum 4 % í februar. Støðan er ikki batnað seinastu mánaðirnar - heldur tvørturímóti.

2022-05-20 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tí hevur Eyðgunn Samuelsen spurt landsstýrismannin, um landsstýrið fyrireikar og hevur ætlanir um átøk.
 
Landsstýrismaðurin hevur áður upplýst fyri løgtinginum, at hann ikki hevur ætlanir um nakran hjálparpakka til familjur og pensjonistar, ið eru fíggjarliga sperdar.
 
Fyri kortum hava fleiri, m.a. formaðurin í Búskaparráðnum, mælt til at geva eina hjálpandi hond til tey, ið fíggjarliga eru ringast fyri orsakað av príshækkingunum.
 
Les fyrispurningin her: https://www.logting.fo/documents/53066


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder