Annað

Hitabylgja í havinum

Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi.

2023-06-29 18:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovna: Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum vestan fyri Írland og Skotland. Sjógvur frá vestara parti av hesum øki rekur móti Føroyum, og nýggjastu mátingarnar hjá Havstovuni vísa, at hitin í sjónum um okkara leiðir er hitnaður nógv síðstu tíðina.


Við mátingum frá fylgisveinum verður dagliga fylgt við eitt nú vatnskorpuhita í høvunum, og her hava mátingarnar víst eina hav-hitabylgju, sum hevur tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan byrjaði um mánaðarskiftið mai-juni og tyktist vera í hæddini beint eftir hálvan juni (mynd 1). Tað er serliga í økinum vestan fyri Írland og Skotland at eitt øki, sum er størri enn Stóra Bretland, er hitnað ógvusligani nógv (appelsin litt og myrkareytt á mynd 1), meðan eitt enn størri øki er mett at hava sterka hitabylgju (gulgrønt á mynd 1). Í økinum rundan um Føroyar sær hitabylgjan út til at vera hóvlig til sterk.


Mynd 1. Mát fyri hitabylgju í vatnskorpuni. Myrkareyðu økini, svarandi til stig 4 og 5, vísa á serliga ógvusliga hitabylgju, meðan tey grønu og gulgrønu svara til hóvliga til sterka hitabylgju (stig 1-2). Tølini eru frá NOAA Daily Global 5km Satellite Monitoring Marine Heatwave Watch.


Havstovan mátar regluliga hitan við Oyrargjógv, og 21. juni bleiv hitamátarin avlisin fyri at vita, um nakað sást til hitabylgjuna her (mynd 2). Mátingarnar vísa, at um mánaðarskiftið apríl-mai var hitin við Oyrargjógv um miðal, sæð í mun til alt tíðarskeiðið síðani 1991, men at sjógvurin síðani støðugt er hitnaður og hevur otað seg upp millum tey heitastu árini.


Tað er nakað tíðliga enn at siga neyvt, hvør orsøkin er til hitabylgjuna, men helst er tað atmosferan, sum hevur hitað ovasta vatnskorpulagið. Í fyrru helvt av juni lá eitt stórt hátrýst yvir Skandinavia, Norðurevropa og havleiðirnar um okkara leiðir. Sum kunnugt, førdi hetta til lýkku og summarveður í eitt nú Føroyum og Norðurevropa. Tá heita luftin yvir landaøkjum flytur seg út yvir sjógv, hitar hon ovasta lagið har, umframt at sólin eisini beinleiðis hitar sjógvin.


Mynd 2. Sjóvarhitin við Oyrargjógv fyri hvønn dag 1991 – 2023. Tær svørtu linjurnar visa árini 1991 – 2022. Tann tjúkka reyða linjan vísir gongdina í 2023 fram til 20. juni.


Havstovan ger eisini mátingar útiá og roknar á hvørjum ári hitan og saltinnihaldið í ovaru løgum av Atlantssjógvi, eitt nú í Bankarennuni og Føroyastreyminum, norðan fyri Føroyar (mynd 3). Her er talan um mátingar frá 50 metra dýpi og niður á eini 2-300 metra dýpi, sum sostatt ikki er beinleiðis ávirkað av upphitan frá vatnskorpuni. Her vístu mátingarnar, at sjógvurin í Bankarennuni var serliga feskur og kaldur síðsta vetur, men nýggjastu mátingarnar frá mai vísa, at sjógvurin nú er hitnaður ógvusligani nógv (her er hædd tikin fyri vanligu árstíðarbroytingunum). Tvs, at eitt stórt skifti hevur verið í Bankarennuni í lutfallsliga stutta tíð, har sjógvurin í vetur helst hevði uppruna í subpolara meldrinum eystanfyri, men at tað í vár er komin meiri sjógvur við uppruna í subtropiska meldrinum sunnanífrá.


Hetta skiftið er farið fram áðrenn hitabylgjan í vatnskorpuni tók seg upp, og er tí ikki beinleiðis tengt at hitabylgjuni, men er kanska við til at gera hana so ógvusliga. Í Føroyastreyminum norðanfyri sæst onki til øktan hita í Atlantssjógvi enn, men av tí, at sjógvurin vestanfyri ferðast norðureftir og tvørtur um Íslandsryggin, so er væntandi, at hitin í Føroystreyminum fer at hækka næstu mánaðirnar. Spurnartekin kann setast við, um økti hitin í Bankarennuni er tengdur at veðurlagsboytingum, men enn er ov tíðliga at siga nakað um tað.


Mynd 3. Hitin í Atlantssjógvi mátaður við Bankarennuna (violett) og í Føroyastreyminum (blátt). Tunnu linjurnar eru einstøku mátingarnar, sum eru 3-4 ferðir um árið, meðan tjúkku linjurnar eru eitt ára miðal.



Havstovan 29/6-2023,


Karin Margretha H. Larsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder