Vinna

Hiddenfjord við ESG frágreiðing um burðardygd

Í dag er Hiddenfjord komið út við ESG frágreiðing um burðardygd fyri árini 2022 til 2024. Frágreiðingin ber heitið “Í samljóði við náttúruna”.

2025-12-16 12:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Laksalúsin er framvegis stóra felags avbjóðingin hjá alivinnuni. Tí er avgerandi, at rætt verður farið fram fyri at tryggja varandi aling fyri okkum og okkara eftirkomarar. Les meira í frágreiðingini um nýskapandi átøk hjá Hiddenfjord.

Stórur dentur verður eisini lagdur á miðvísa arbeiðið at minka um CO2-útlátið. Átøk, sum t.d. at gevast við flogflutningi, at nýta sólpanel og at nýta fóður við minni CO2-útláti, hava minkað samlaða CO2-útlátið hjá Hiddenfjord heili 39% frá 2019 til 2024, samstundis sum framleiðslan er vaksin við 42% í sama tíðarskeiði.

“Hetta prógvar, at vøkstur og minni útlát kunnu ganga hond í hond við røttu átøkunum og miðvísum arbeiði við burðardygd,” sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

Starvsfólkahópurin hjá Hiddenfjord er vaksin nógv seinastu fimm árini. Í 2024 arbeiddu 456 starvsfólk og vóru tilsamans 357 ársverk í felagnum. Arbeiðið við sosialari burðardygd hjá Hiddenfjord verður eisini lýst í frágreiðingini.

Les ESG frágreiðingina um burðardygd hjá Hiddenfjord her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder