Politikkur

Hevur landsstýrismaðurin sett pening av til løgustuðul til mentanarhúsið í Klaksvík

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur sett Sirið Stenberg fyrispurning um Mentanarhúsið í Klaksvíik

2023-02-14 20:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur

eftir § 52 í Tingskipanini


 

Spyrjari:  Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður

 

Svarari:  Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum

 

Evni:  Mentanarhúsið í Klaksvík

 

 

Spurningar: 

 

  1. Hevur landsstýrismaðurin sett pening av til løgustuðul til mentanarhúsið í Klaksvík?
  2. Hevur landsstýrismaðurin sett pening av til rakstrarstuðul til mentanarhúsið í Klaksvík?
  3. Um ikki, fer landsstýrismaðurin at skipa so fyri, at peningur verður settur av til mentanarhúsið í Klaksvík?


Viðmerkingar:

Í umtalu í miðlunum hevur byggingin av stásiliga mentanarhúsinum í Klaksvík verið umrødd.


Spyrjarin er vitandi um, at Grunnurin, Mentanarhús í Klaksvík 27. mai 2021, sendi táverandi landsstýrismanni umbøn um løgustuðul kr. 17 mió. og rakstrarstuðul kr. 1,5 mió. pr ár (Salt fær kr. 2,5 mill. pr. ár).


Sagt varð í umsóknini, at íløgustuðulin kundi verða játtaður í einum – tveimum ella enntá trimum stigum. Løgtingið játtaði í 2022 eftir tilmæli frá Fíggjarnevndini kr. 5 mill. sum løgustuðul.


Tá ið fyrrverandi formaður í Fíggjarnevndini 7. nov. 2022 fekk ein fyrispurning frá Kringvarpinum, um hann hevði í hyggju at játta 5,7 ella kanska 12 mill. í stuðli til mentanarhúsið á komandi fíggjarlóg (2023), svaraði hann, at tað lá eitt ávíst signalvirði í, at tað longu eru játtaðar 5 mill. Tí vil eg loyva mær at meta tað sum sjálvfylgja, at tær írestandi 12 mill verða játtaðar.


Mentanarhúsið er mett til at kosta kr. 62 mill. (onkrir meirkostnaðir eru vegna koronu og kríggið). Salt, sum kostaði kr. 60 mill. at byggja, fekk í síni tíð kr. 20 mill. í íløgustuðli frá landinum til bygging. Føroya Arena fær løgustuðul til sína bygging.


Samgongan hevur niðurfelt í samgonguskjalið, at játtanir til mentan og list skulu økjast munandi.  Tí er umráðandi eisini at stuðla mentanarhúsinum í Klaksvík. Klaksvíkar býráð hevur játtað kr. 27 mill. til verkætlanina. Fólkatingið hevur játtað kr. 9,5 mill. LOA Lokale- og Anlægsfonden – kr. 9 mill.


Salt fær árliga kr. 2,5 mill. frá landinum í rakstrarstuðli. Mentanarhúsið í Fuglafirði fær árliga kr. 300.000,- í rakstrarstuðli. Um mentanarhúsið í Klaksvík skal taka kr. 12 mill. í láni, tyngir tað munandi um raksturin, og lánitreytirnar eru rættiliga tyngjandi fyri grunnin.


Uttan at skula samanbera, tí talan er um hvør sítt mál, so skal landið eftir ætlan bera o.u. kr. 300 mill. til komandi tjóðpall. Helst meir, metir onkur. Í mun til slíka upphædd eru tær umtalaðu kr. 17 mill. væl farnar til eitt avbera gott endamál í Klaksvík, Norðoyggjum og grannaøkinum, umframt nevndi rakstrarstuðul.




Á Løgtingi, 15. februar 2023


Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder