Men nú kann eg ikki lata vera við at skriva nøkur orð.
Síggi, at Løgtingið longu í morgin, mánadagin 15. mai, skal hava 2. viðgerð av málinum um starvsheitini hjá løgtings- og landstýrismonnum og -kvinnum, og tað harmar meg veruliga, at viðgerðin ikki hevur verið djúpari og meira umfatandi og nágreinilig – hetta er jú okkara "grundlóg", sjálv stýrisskipanarlógin, sum skal broytast, og her eru ómetaliga prinsipiellir málsligir spurningar, sum talan er um.
Spyrji meg sjálvan, hvussu okkara háttvirda Løgting kann fáa seg til at skunda hetta ígjøgnum uttan at hava havt eina nágreiniliga, djúptøkna og virðiliga viðgerð av málinum?
Móðurmálið er nakað av tí allar dýrasta, vit eiga, og tí mugu vit vera ógvuliga varin, hvussu vit fara við tí – og serstakliga tá ið vit fara at lóggeva broytingar inn, sum pilka við nakað grundleggjandi, ið so við og við fer at skeikla málkensluna hjá fólki og slíta nakrar fínar træðrir, sum ongantíð verða heilir aftur.
Undraðist, at formansskapurin, beinanvegin hann tók við, legði hetta málið fyri tingið. Hetta hevur jú ongan skund, tí broytingar í stýrisskipanarlógini skulu samtykkjast av tveimum løgtingum.
Lat meg siga, at eg sjálvsagt taki undir við, at kvinnur á tingi og í landsstýri verða nevndar løgtingskvinnur og landsstýriskvinnur. Hetta, sum eg skrivi, hevur einki við tað at gera.
Lat meg eisini siga, at hetta heldur einki hevur við flokspolitikk at gera, men byggir á mínar málsligu førleikar og mín djúpa kærleika til føroyskt mál – okkara kæra móðurmál, sum eingin uttan vit føroyingar hava áhuga í at verja!
Men tá ið Løgtingið nú ætlar at gera seg inn á málið og nú ”ger upp við tey almennu kallkynsheitini” í lógini, sum formansskapurin orðar seg, og setur eitt nýtt orð, ”løgtingsfólk / tingfólk”, í staðin, so undrar tað meg.
Hvørki orðið ”løgtingsfólk” ella ”tingfólk” standa í teimum føroysku orðabókunum ella finnast á Sprotanum t.d. Er hetta tann rætta loysnin? Eg haldi ikki!
Eisini haldi eg, at uppskotið byggir á eina fortreyt, sum ikki passar heilt. Sagt verður, at hetta, sum skotið verður upp, avspeglar dagsins talumál. Men er hetta so?
Tað, sum er púra burturvið í hesum uppskotinum, er vanvirðingin av orðinum og tí meir enn túsund ára gamla embætinum, ”løgmaður”, har latið verður upp fyri orðinum ”løgkvinna” (ja, mann trýr, tað er skemt), og eg spyrji bara, um eingin virðing er longur fyri nøkrum traditiónum og siðvenjum. Tað tykist fyri mær, sum at tað er ein politisk korrektheit, ið stýrir øllum, tíverri eisini málráðnum, og at mann púrasta lítilsvirðir og kveistrar burtur málfrøðilig og søgulig aspekt! Grátiligt!
Og hvussu við sjónarmiðunum hjá Bárði Larsen, einum av okkara fremstu løgfrøðingum, sum í væl grundaðum skrivi vísir á, at tað er óneyðugt at broyta stýrisskipanarlógina fyri at fremja málið við starvsheitunum? Hví verður hetta ikki tikið upp til ordiliga viðgerð?
Vælsignaðu tingmenn og -kvinnur. Tit mugu ikki gera hetta í óðum verkum. Okkara mál er so ómetaliga viðbrekið, og vit kunnu ikki bara lata okkum stýra av nøkrum rákum, sum eru uppi í tíðini.
Havi hugsað nógv um hetta málið, síðan tað varð framlagt, og eg roknaði í veruleikanum við, at eg fór at verða innkallaður í grein 25-nevndina til hoyringar, kanska saman við øðrum fyrrverandi formonnum. Tað mátti verið so upplagt og eisini virðiligt at tosa við royndar løgtingsformenn í hesum sambandi.
Men har kom eingin innkalling, og tí skrivaði eg fyrst í seinastu viku til onkrar nevndarlimir og vísti á, at eg við mínum royndum, bæði í politikki og í samband við føroyskt mál hevði okkurt at bera fram og kanska kundi geva teimum okkurt at hugsa um.
Men har var eingin áhugi. Fekk at vita, at tíðin var farin, og at álit skuldi skrivast.
Eg skilji sum sagt ikki, hví hetta málið hevur slíkan skund og skal hurrast ígjøgnum – ella kanska skilji eg tað kortini!
Jógvan á Lakjuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald