Politikkur

Herjólfur sum avloysaraskip í summar verður ein risa avbjóðing

Færri túrar, færri ferðafólk og færri bilar, tað er tað suðringum er í boði um Herjólfur skal sigla meðan Smyril er í dokk. Hetta kemur at viðføra stórar avbjóðingar fyri bæði fólk og vinnu, og setir farleiðina áratíggju aftur í tíðina. 

2022-05-24 07:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Tað er gott, at tað nú eru boð um hvussu farmasiglingin kann gerast betri, men at Herjólfur skal vera ferðafólkaskip er ein risa avbjóðing, og eitt stórt afturstig. 

 

Samferðsluviðurskiftini millum Suðuroynna og miðstaðin eru í verandi støðu undir so stórum trýsti, at tey til tíðir als ikki eru nøktandi. Ferðafólkatalið veksur alsamt og nógvur farmur er. Í sjálvum sær ber vaksandi ferðafólkatal og vaksandi farmur boð um nakað positivt, men tað hevur eisini stórar avbjóðingar við sær. Bilar standa javnan eftir, økt trýst er á starvsfólkunum, ongin bíleggingarskipan er, trongt er umborð ávísar túrar umframt, at ferðakostnaðurin er nógv tann dýrasti í landinum. 

Eg havi sett landssyrismanninum hesar spurningar um truplu støðuna;

  1. Metir landsstýrismaðurin, at Herjólfur verður nøktandi sum avloysaraskip meðan Smyril er í dokk?
  2. Í mun til ferðafólkatøl og farmaflutning, sum er í løtuni, hvussu nógv metir landsstýrismaðurin, at samferðslan til Suðuroynna verður skerd um Herjólfur skal sigla meðan Smyril er í dokk?
  3. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi at skerja samferðsluviðurskiftini til Suðuroynna meðan Smyril er í dokk?
  4. Hvørjar ábøtur skulu gerast, og hvørji krøv eru annars fyri at Herjólfur kann sigla við ferðafólki og hvat kosta hesi?
  5. Nær og hvussu leingi skal Smyril í dokk?

Sirið Stenberg,
tingkvinna fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder