Mentan

Heri in memoriam

.

2025-01-05 23:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

HB:

Næstseinasta dag í árinum fór okkara kæri Heri um sýn 99 ára gamal.

Hóast havnamaður við stórum H, so var Heri ongantíð virkin sum leikari hjá okkum, men bleiv í búnum aldri sera virkin í okkara felagsskapi, hetta – hóast hann altíð hevði verið HB´ari – allarhelst mest av teirri orsøk, at sonurin Gunnar sum smádrongur bleiv virkin fótbóltsspælari.

Sum okkum eldru kunnugt, so var fíggjarliga støðan í felagnum seinru helvt av 80´unum einki serlig, men varð hóast tað – saman við B36 – arbeitt við at byggja nýtt HB- og B36 hús. Ein felagsnevnd, umboðandi bæði feløgini, arbeiddi við eini felags loysn, men bráddliga fór B36 einsamalt í gongd við sítt hús. Har stóðu vit.

Tá var tað at Heri, Eigil Hansen v. fl. tóku lógvatak saman – vit skuldu ikki vera aftanfyri í Gundadali.

Felagið HB-Stuðlar, sum ikki hevði verið virkið í nøkur ár, varð endurreist og fór til verka. Heri bleiv kassameistari, ein framúr ordansmaður við góðum skili fyri pengunum.

Her blivu lunnarnir lagdir undir tað framúr góða arbeiði í HB, har felagið síðani 1998 hevur vunnið 10 meistaraheitir.

Ein aðalfundur avgjørdi at byggjast skuldi, og við tað at niðurgongdin í samfelagnum longu var byrjað, gjørdi hetta, at HB-húsið bleiv væl bíligari enn B36-húsið, og vóru fleiri veitingar komnar afturat. Alt hetta var væl skipað av góðum monnum sum Hera og Jógvani á Lað, og tá ið húsið var liðugt, kundi hjartabarnið hjá Hera, HB-Stuðlar, átaka sær at rinda eitt størri lán aftur, sum HB hevði tikið til húsið. HB kundi síðani savna seg um tað ítróttarliga. Ja so væl gekst hjá HB-Stuðlum, at HB lánið skjótt varð afturgoldið, og kundu HB-Stuðlar harumframt seta ein grunn á stovn, sum í 1999 veitti Tórsvølli eitt lán uppá 1 mill kr. við 8 % í rentu. Heri var sum fiskurin í vatninum.

Í 1998 varð partafelagið sett á stovn, og var samlaði felagsskapurin, tá undir leiðslu av trimum nevndum – HB starvsnevndin sum ovasta nevnd, partafelagið, sum tók sær av fremsta liðnum, og so stuðlanevndin, sum bert hevði eina uppgávu – at stuðla HB.

Eitt afturgangandi tiltak í HB er tann sonevnda stuðlaveitslan, sum er seinast í januar á hvørjum ári. Fyrr varð hon á góðum havnamáli nevnd kontrollørveitslan. Hana fann Heri uppá, fyri at takka teimum, sum høvdu tikið eitt tak fyri HB árið fyri. Í Hera´sa ond, so skuldi hon einki kosta, einki atgongumerki skuldi keypast, og allur matur v.m. skuldi gerast uttan kostnað. Heri og Eigil vóru kokkar til fyrstu veitsluna, og tað skuldi vera culottesteig, men tað gekk so sum so við tí, tí báðir vildu bestemma, og úrslitið varð, at alt sigldi í blóði, og matarlysturin var ikki tann heilt stóri hjá luttakarunum, so teir samdust um, at næstuferð skuldi tað verða ræst kjøt og súpan – og tað er tað enn.

HB-Stuðlar stóðu vanliga fyri Ólavsøkudystinum, og Heri hevði ábyrgd av innkrevjingini. Ein Ólavsøkuaftan spældi HB og sera nógv fólk var til dystin. Heri fekk taskur aftur, men har var alt ov lítið av pengum komnir inn, og Heri var um at fara úr sínum góða skinni – her mátti okkurt vera heilt galið. Og tað var tað eisini. Tveir innkrevjarar – millum niðara og ovara vøll – hevði Heri ikki talt við, og hesir høvdu hildið eitt lítið sindur av Ólavsøku móti endanum av dystinum, og komu teir ikki inn í HB-húsið fyrr enn móti endanum av dystinum, við fullum taskum og lummum av pengum – tá bleiv Heri sissaður og glaður aftur.

Soleiðis var Hera´sa lívsleið. Ansaði væl eftir annanmans pengum og fór væl um tað fíggjarliga, bæði í privatum virkjum, á Gjaldstovuni í mong ár og á Advokatfelagnum hjá Leif Waagstein í 25 ár. Álitismaður um ein háls – vit hava Hera nógv at takka fyri.

At Heri bleiv heiðurslimur í HB, tá hann gavst sum kassameistari í HB-Stuðlum í 2001 sum 76 ára gamal, var ein sjálvfylgja og væl uppiborið.

Nú Heri er farin, vilja vit takka honum fyri alt hansara íkast og stóra arbeiði, hann framdi – HB at frama.

Friður verið yvir minni hansara.

Heri Mohr

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder