Politikkur

Herborg farin úr býráðnum - Jóhannus kemur inn fyri hana

Á fyrsta býráðsfundi eftir summarsteðgin, boðaði Herborg H. Gaardlykke frá, at hon tók seg úr býráðnum.

2023-08-31 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Herborg H. Gaardlykke varð vald fyri fyrstu fer í býráðið á kommunuvalinum í november 2020, einans 19 ára gomul og lesandi á triðja ári á Glasi. Men nú hevur hon valt at fara víðari við sínum lesnaði og flytur til Keypmannahavnar at lesa. Inn fyri Herborg er komin ein annar nýggjur ungur býráðspolitikari, Jóhannus Hansen úr Sandavági. Av tí sama skuldu nevndirnar í býráðnum veljast av nýggjum og varð tað gjørt á býráðsfundinum sum var týskvøldið 29. august, nýggju nevndirnar kunnu síggjast við at klikkja her.

Vit takka Herborg fyri hennara tíð og góða samstarv í býráðsarbeiðinum, og ynskja henni bestu eydnu við lesnaðinum, og samstundis vilja vit bjóða Jóhannus Hansen vælkomnan í býráðið.

Vegna býráðið,

Bjarni Prior,

borgarstjóri

Gerðabókin frá býráðsfundinum 29. august 2023 kann lesast við at klikkja her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder