Annað

Her er skráin fyri ráðstevnuna Varandi Heimur

Ráðstevnan Varandi heimur verður á Giljanesi í dag og í morgin.

2024-10-25 07:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fríggjadagur

  • 8.40: Vinjar Egilsnes Petersen spælir

  • 8.50: Praktiskar upplýsingar um ráðstevnuna og framsýningina

  • 8.55: Bjarni Prior bjóðar vælkomin í Vágarnar

  • 09.00: Ingilín Strøm, landsstýriskvinna, bjóðar vælkomin

  • 09.10: Umhvørvisstovan um orkurenslið — Sigurð í Jákupsstovu, stjóri

  • 09.20: SEV um almennu útbyggingarætlanina til 2040

    • Vindmyllur á landi og til havs, 3 min.
    • Sólorka, 3 min.
    • Sjóvarfalsorka, 3 min.
    • Grønt brennievni, 3 min.
  • 09.50: El-veitingarlógin – hvussu fremur hon orkuskiftið, Ari Johannesson

  • 10.00: Vinnuhúsið um avbjóðingar og ynskir hjá vinnuni, Súsanna Berg

  • 10.10: Hvussu kunnu vit fremja grøna orkuskiftið, Bogi Bech Jensen

  • 10.20: Orðaskifti – Umhvørvisstovan, SEV, Vinnuhúsið og Bogi Bech Jensen

  • 10.50: Steðgur

  • 11.10: Bakkafrost – málið er burðardygd og grøn orkunýtsla. Regin Jacobsen, stjóri

  • 11.20: Smyril Line – hvussu verður skipaflotin grønur? Jens M. Rasmussen, stjóri

  • 11.30: MEST – kunnu vit byggja grøn skip í Føroyum? Mouritz Mohr, stjóri

  • 11.40: Hiddenfjord – vilja framleiða okkara egnu orku, Jón Atlason

  • 11.50: Samanumtøka seinni partur

  • 12.00: Døgurði


  • 13.00: Avbjóðingar við grøna orkuskiftinum fíggjarliga. Johnny í Grótinum

  • 13.15: FNU – samspæl millum orkuskiftið og náttúru

  • 13.25: Effo og Magn – okkara leiklutur í grøna orkuskiftinum

  • 13.45: Orðaskifti – Johnny í Grótinum, Effo, Magn og FNU

  • 14.15: Liðugt

  • 18.00: Framsýningin letur aftur

Leygardagur

  • 9.40: Vágakórið syngur

  • 9.55: Praktiskar upplýsingar um ráðstevnuna og framsýningina

  • 10.00: Sebastian Mernild, granskari, um útlát, veðurlag og grønu leiðina

  • 10.20: Karin M. H. Larsen, broytingar í havstreymum kring Føroyar

  • 10.40: Samrøða við Sebastian og Karin

  • 11.00: Kári Mortensen, hvussu langt er orkuskiftið komið í Føroyum

  • 11.15: Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, hvønn leiklut hava kommunurnar í orkuskiftinum

  • 11.30: Ragnar Mouritsen, grønar loysnir til privathús og smærri virki

  • 11.45: Árni Jóhan Petersen, fígging av grønum loysnum til privathús og smærri virki

  • 12.00: Døgurði


  • 13.00: Case 1: Bjarti Thomsen, kunnu øll hús hava sólorkuverk?

  • 13.10: Case 2: Páll Rói Poulsen, kunnu stór akfør elektrifiserast?

  • 13.20: Case 3: Gunnar Restorff, fyrimunurin við el-bilum

  • 13.30: Case 4: Poula Michelsen, Hvussu nógv kann sparast við at gagnnýta spillhita

  • 13.40: Case 5: Magni á Lakjuni, Glasir brúkar grønar orkuloysnir

  • 13.50: Case 6: Samrøða við Ragnar Mouritsen, Poulu Michelsen og Kára Mortensen

  • 14.00: Liðugt

  • 17.00: Framsýningin letur aftur


  • Uni Arge stendur fyri framløgum og kjaki

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder