Politikkur

Hendingaríkt ár hjá Unga Samband – góð úrslit og áhaldandi menning

Unga Samband hevur havt aðalfund.

2023-04-13 15:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Aðalfundurin 2023

Hendingaríkt ár hjá Unga Samband – góð úrslit og áhaldandi menning

Í farnu viku varð skipað fyri árliga aðalfundinum hjá Ungmannafelagnum Samband. Aðalfundurin varð hildin mánakvøldið 3. apríl í hølum hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki, har heilt fitt av ungum Sambandsáhugaðum vóru møtt fyri at lýða á.


Greitt varð frá virksemi felagsins farna árið, grannskoðaði roknskapurin varð lagdur fram, umframt nevndarval og viðgerð av innkomnum málum var eisini á skrá. Nevndin hevði eisini boðið fyrrverandi formanninum í Unga Samband og núverandi løgtingslimi og næstformanni Sambandsfloksins,
Helga Abrahamsen, við á fund, sum gestarøðara.


Formaðurin, Alvi Jespersen, tók orðið á fundinum og greiddi frá virksemi felagsins farna árið. Serligur dentur varð lagdur á, at seinasta árið hevur verið sera hendingaríkt. Ungmannafelagið Samband hevur m.a. luttikið á politisku ráðstevnuni hjá UNR (Ungdommens Nordiske Råd), ið varð hildin í Helsinki, og síðan varð farið undir fólkatingsvalstríð, og síðan løgtingsvalstríðið. Til bæði valini átti Unga Samband valevni, ið øll stóðu seg væl, men kunnu vit í Unga Samband vera errin av, at tað var valevnið hjá okkum, Anna Falkenberg, ið gjørdist stóri vinnarin á valinum – Unga Samband eigur umboð á fólkatingi!


Stóra virksemi hjá Unga Samband farna árið sæst aftur í økta limatalinum, og hetta fegnaðist formaðurin um, men vísti hann á, at stevnumiðið hjá komandi nevndini eigur í enn størri mun at vera at savna sambandssinnaðan ungdóm – tí tað er nevnliga tað, ið er høvuðsendamálið hjá Unga Samband.


Kassameistarin hjá Unga Samband, Elmar í Frammistovu, legði síðan fram grannskoðaða roknskapinum. Elmar tók undir við formanninum, at ungmannafelagið hevur verið sera virkið í 2022, og hetta sæst aftur í øktu útreiðslunum, ið serliga stavaðu frá tvinnum valstríðum. Elmar greiddi frá, at hóast øktu útreiðslurnar, so hevur Unga Samband fylgt teimum fíggjarætlanum, ið nevndin legði undan fólkatings- og løgtingsvalinum, fyri at tryggja, at felagið ikki rendi seg í fíggjarligt óskil.


Síðan varð farið undir nevndarvalið, har nýggja nevndin skipaði seg eftirfylgjandi soleiðis:


Alvi Jespersen, formaður

Rasmus Son Mørkøre, næstformaður

Elmar í Frammistovu, kassameistari

Malena Gleðisheygg Joensen, skrivari

Birgir Ferjá Heldarskarð, nevndarlimur

Katrina Gullaksen, nevndarlimur


Linnéa L. Petersen og Sigmar O. Nysted játtaðu at gerast tiltakslimir.


Ongi innkomin mál vóru á skrá, og tískil tók formaðurin orðið aftur, og takkaði hann fyri ein góðan fund.


Síðan tók gestarøðarin, Helgi Abrahamsen, orðið, og byrjaði hann við at takka fyri innbjóðingina til fundin. Helgi hugleiddi um ta tíðina, tá hann í 1985 sjálvur var formaðurin í Ungmannafelagnum Samband. Hann fegnaðist um støðugu menningina í ungmannafelagnum, og vísti hann á týdningin, at ein flokkur hevur eitt virkið ungmannafelag.

Nevndin fegnast um góðu gongdina, og fer hon framfýsin til verka at menna um støðu Unga Sambands,

har sambandssinnaður ungdómur verður savnaður, til frama fyri at framhaldandi at vísa á, hvussu vit kunnu nútímansgerða og styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum, soleiðis at vit støðugt menna føroyska samfelagið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder