2026-03-10 07:30
Hetta tiltaki eydnaðist sera væl og nógv fólk vóru til tiltakið. Hetta tiltakið verður nú endurtikið, so tey sum ikki hoyrdu Heina í januar nú hava møguleikan.
Mikukvøldið 11. mars kl19 verður fyrilesturin aftur hildin í meinigheitshúsinum. Tann altíð so søgufróði Heini F. Petersen, greiðir frá um søguna hjá Meinigheitshúsinum Saron, sum byrjaði longu í 1905. Eisini hevur Jan Erik Simonsen samla nógvar gamlar myndir av húsinum og fólkum, sum verða at síggja undir fyrilestrinum.
Vit fara at syngja onkrar sangir, og ein góður drekkamunnur verður eisini.
Tiltakið byrjar kl. 19:00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald