2026-08-28 10:30
Í DAG RUNDAR OKKARA ELSTI LIMUR 90 ÁRA DAGIN
Í felagnum hevur Heini F. Petersen verið virkin frá byrjan/stovnan fram til dagin í dag, tó eftir førimuni, sum aldurin er komin.
87 ára gamal tók hann aftur eitt stórt tak á mentanarliga pallinum saman við øðrum, tá tiltakið “Bátasmíð í Steigartúni” var í 2023.
Vit í fornminnafelagnum ynskja Heina hjartaliga tillukku við árinum og Guðs signing í komandi døgum.
Sandavágs Fornminnafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald