Landsstýriskvinnan staðfestir, eins og fleiri aðrir politiskir leiðarar, at tað gongur ov seint. Heimsins lond mugu seta enn hægri mál, sum skulu røkkast væl skjótari fyri at halda hitaøkingini undir 1,5 hitastig í miðal. Higartil er landsstýriskvinnan tó vónrík um samráðingarnar.
Veðurlagsfundurin byrjaði við eini slóðbrótandi semju um at fíggja grunnin, ið skal stuðla heimsins fátækastu londum, ið eru serliga hart rakt av avleiðingunum av veðurlagsbroytingum. Leygardagin varð semja gjørd millum 110 lond um at tvífalda orkusparing og trífalda orkuframleiðsu úr varandi orkukeldum í 2030.
Á veðurlagsfundinum er serligur dentur lagdur á “Global Stocktake”, ið er ein eftirmeting av átøkunum á veðurlagsøkinum síðani París-avtaluna. Landsstýriskvinnan vónar, at Global Stocktake fer at varpa ljós á átrokandi tørvin at minka útlátið og at nógv fleiri lond mugu binda seg til at minka útlátið.
Ingilín D. Strøm undirstrikar, at vit í Føroyum eisini hava skyldu til at gera okkara í heimshøpi. Hon fegnast um, at landsstýrið í ár hevur sett í verk 9 av teimum 25 málunum í veðurlagspolitikkinum, sum undanfarna løgting samtykti í fjør. Samstundis vísir hon á, at tað er neyðugt at gera meir.
”Málið er at seta enn fleiri átøk í verk næsta ár og alla tíðina at halda okkum dagførd á økinum. At fáa nýggja vitan og læra av royndum hjá øðrum. Tað er eisini tað, sum vit gera, tá vit luttaka á veðurlagsráðstevnum sum COP”, sigur landsstýriskvinnan. Hon leggur afturat, at arbeitt verður við at seta bindandi veðurlagsmál samsvarandi útlátsminkingini í Parísavtaluni. Tí er eisini neyðugt at eftirmeta føroysku veðurlagsátøkini fyri at vita, hvussu stóra útlátsminking tey hava við sær. Sambært Parísavtaluni skulu londini alsamt seta sær hægri mál og tí mugu vit eisini seta fleiri átøk í verk. Eitt uppskot verður væntandi liðugt í februar.
Landsstýriskvinnan luttekur á COP fram til 11. desembur og hevur luttikið í fleiri pallborðum og tiltøkum, umframt at hon fylgir samráðingunum.
Les meir um COP28 og fylg við á hesi leinkjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald