
Vinnutíðindi:
Týsdagin í farnu viku skipaði Handilsvinnufelagið fyri heimleiðsfundi í Vinnuhúsinum
Fundurin var fyri limir í felagnum, og á skránni vóru setanarviðurskifti í handilsvinnuni. Alvi Hjelm og Jórun Gardar, ráðgevar í Vinnuhúsinum, greiddu frá teimum mest yvirskipaðu ásetingunum, sum ofta eru viðkomandi í sambandi við setanarviðurskifti.
Heimleiðsfundurin eydnaðist væl, og nógvar limafyritøkur nýttu høvi at hittast fyri at umrøða evnið saman við øðrum á vinnuøkinum. Tað verið seg alt frá leiðslurætti, arbeiðstíð og fráveru.
Heimleiðsfundur í stuttum
Heimleiðsfundur er tað, sum danir kalla “gå-hjem-møde”. Tiltak ella fundur, har limir í felagi hittast fyri at umrøða viðkomandi evni, deila kunning og royndir og netverka við øðrum á sama vinnuøki.
Arbeiðsgevarafeløgini og vinnugreinafeløgini í Vinnuhúsinum skipa javnan fyri heimleiðsfundum, og húsið er altíð opið fyri hugskotum um komandi heimleiðsfundir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald