Eitt mál sum stendst av, at ósamsvar er millum heilsutrygdarlógina og norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd, ið Føroyar eru partur av.
Í stuttum snýr málið seg um, at lógin um heilsutrygd og norðurlendski sáttmálin áleggja persónum, sum eru búsitandi í Føroyum, men arbeiða í øðrum norðurlandi, skyldu at rinda sosial gjøld fyri somu tænastur í tveimum londum samstundis.
Kroyst millum hesar mótsigandi lóggávur, er tann bólkurin av føroyingum, sum í áravís hava goldið sosialgjøld í norðurlendska arbeiðslandinum, samstundis sum lógarkravdu rokningarnar frá Heilsutrygd hava hópað seg upp.
Men nú sær út til at stríðið millum útisiglararnar og Heilsutrygd er av. Sambært § 55 í Stýriskipanarlógini eru altjóða sáttmálar, sum Føroyar, ella Danmark vegna Føroyar, hava samtykt við onnur lond, omanfyri føroyskari lóggávu, um ósamsvar er millum hesar. Úrslitið er, at Heilsutrygd ikki kann krevja heilsutrygdargjald í slíkum føri, har tað stríðir móti norðurlendska sáttmálanum. Við øðrum orðum, útisiglararnir vunnu og Heilsutrygd tapti, ella var tað nú so….?
Hóast rættarmálini hava verið millum Heilsutrygd og útisiglararnar, so er hetta í veruleikanum eitt mál millum Heilsutrygd og Heilsumálarráðið fyri útisiglarana rokning.
Løgtingsmál nr. 82/2014
Tá nýggi norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd skuldi setast í gildið í Føroyum, heitti Løgmansskrivstovan í 2015 á øll aðalráðini, herundir Heilsumálarráðið, um at kanna hvørjar lógarbroytingar vóru neyðugar fyri at sáttmálin kundi verða útintur. Hetta er krav smb. § 52, stk. 3 í Stýriskipanarlógini, tá ið altjóða avtalur verða lagdar fyri Løgtingið til góðkenningar.
Øll aðalráðini, herundir Heilsumálarráðið, svaraðu í hoyringsskrivi, at neyðugt var ikki við lógarbroyting. Heilsumálarráðið svaraði sannførandi at: ’Heilsumálaráðið metir ikki, at tað er neyðugt at broyta nakra lóg undir málsræði Heilsumálaráðsins, fyri at norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd frá 12. juni 2012 kann vera útintur.’ Hoyringssvarið hjá Heilsumálaráðnum kann lesast her.
Í hesum sambandi er eisini vert at hyggja nærri eftir innihaldinum í løgtingsmáli nr. 82/2014. Hvat var tað nú, sum varð lagt fyri tingið at góðkenna?
Á síðu 4 í uppskotinum umrøða viðmerkngarnar hugtakið ”lógval”. Í hesum sambandi verður m.a. sagt, at:
”Í fyriskipanini eru eisini reglur um, hvørs lands lóggáva skal brúkast. Hetta verður nevnt lógval. Hesar reglur avgera ikki, um ein persónur hevur rætt til veitingar ella hevur skyldu at rinda gjald o.tíl. Tær vísa einans á tað landið, eftir hvørs lóggávu ein rættur ella skylda skal metast eftir. Ein persónur kann í sama tíðarskeiði einans vera fevndur av lóggávuni í einum landi. Tað ber ikki til samstundis at brúka lóggávu í fleiri londum viðvíkjandi sosialaritrygdarveiting. Tað ber heldur ikki til samstundis at brúka lóggávuna í einum landi til eitt slag av trygdarveiting og lóggávuna í einum øðrum landi til eitt annað slag av sosialari veiting.”
Tað verður gjørt púra greitt í viðmerkingunum til uppskotið, at ongin persónur kann verða fevndur av lóggávu í tveimum londum samstundis.
Samstundis var eisini gjørt greitt fyri løgtinginum, at tað var ikki neyðugt at broyta nakra lóggávu undir Heilsumálaráðnum, fyri at sáttmálin kundi verða útintur.
Undir hesum fortreytum var uppskotið um at seta norðurlendska sáttmálan í gildi einmælt samtykt av Løgtinginum tann 26. mars 2015.
Tað kann tí undra, tá ið Heilsutrygd – ein stovnur undir Heilsumálaráðnum – eftirfylgjandi hevur noktað útisiglarum frítøku fyri at rinda heilsutrygdargjald við tilvísing til, at lógarbroyting krevst í Føroyum, áðrenn frítøka kann játtast.
Hetta er beinleiðis í andsøgn við hoyringsskrivið frá Heilsumálaráðnum, har tað varð gjørt púra greitt fyri Løgtinginum, at ongin lógarbroyting var neyðug í Føroyum fyri at útinna sáttmálan.
Hetta setur bæði Heilsumálaráðið og Heilsutrygd í eina trupla støðu. Tí vinnur Heilsumálaráðið, so tapir Heilsutrygd og øvut.
Er útsøgnin hjá Heilsumálaráðnum í teirra hoyringsskrivi røtt, so hevur Heilsutrygd kravt heilsutrygdargjald frá útisiglarum í heimildarloysi. Hinvegin, um Heilsutrygd hevur rætt í síni sak, so hevur Heilsumálaráðið sagt ósatt fyri Løgtinginum. Óansæð um Heilsumálaráðið ella Heilsutrygd enda sum syndabukkur, so er greitt, at heilsutrygdargjald er kravt av órøttum í skjótt 12 ár.
Tað kann tí eisini tykjast undrunnarvert, at málið hevur tikið so langa tíð at avgreiða. Hóast boðini vóru greið frá Heilsumálaráðnum, so hevur Heilsutrygd tvíhildið um, at neyðugt er við lógarbroyting fyri at sáttmálin kann útinnast.
Ein annar spurningur í hesum sambandi er eisini, hví ongin lógarbroyting er framd fyri at kunna útinna sáttmálan. Løgtingið hevur í 2015 samtykt, at norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd skal vera galdandi í Føroyum. Við hesum hevur Løgtingið eisini samtykt, at ongin persónur skal rinda sosial gjøld í tveimum londum samstundis. Landsstýrið og tess stovnar hava skyldu at útinna løgtingsins vilja. Í spurninginum um heilsutrygdargjaldið er tað av minni týdningi, um frítøkan at rinda heilsutrygdargjald verður útint við ella uttan lógarbroyting. Kjarnin í málinum er, at frítøkan átti at verið tryggjað frá byrjan av - so ella so - eftir at løgtingið hevði samtykt sáttmálan.
At vit nú skriva ár 2024 – níggju ár eftir, at Løgtingið samtykti sáttmálan – og Heilsumálaráðið og Heilsutrygd enn ikki hava funnið útav, hvussu sáttmálin skal útinnast, er einki minni enn ein gøla.
Tíverri er rokningin fyri hetta óskil send víðari til 100-tals útisiglarar, sum av órøttum eru tiknir gíslar í hesi umsitingarligu fiasko.
Endurgjald
Seinastu metingar vísa at endurgjaldið fer at kosta landskassanum millum 30-40 mió. kr.
Endurgjaldið kemur samstundis, sum tað er vorðið greitt, at landið ikki skal vænta inntøkur frá sølu av Teistanum [30 mió. kr.] og partabrøvum í P/F Smyril Line [70 mió. kr.], hóast hesar longu eru inntøkuførdar í fíggjarlógini. Við eitt hvurvu nærum 140 mió. úr landskassanum samstundis sum Búskaparráðið útgáv sína várfrágreðing við heitinum ’Búskapurin er stinnur, men landskassin bløðir’. Vónandi verða tað ikki tey, sum hava rætt til endurgjald fyri ólógliga uppkravd heilsutrygdagjøld, sum koma at svíða undir hesum.
Sum høvuðsregla fyrna vanlig peningakrøv eftir 5 árum. Also kunnu Heilsutrygd og landskassin spara helvtina av endurgjaldinum við at vísa til vanligu fyrningarreglurnar. Tað er at vóna, at tey eru so mikið at sær komin hjá Heilsutrygd ikki at gera fyrningarreglur galdandi mótvegis útisiglarum í hesum máli.
Hini sosialu gjøldini
Men ikki er lætt, tá sosial gjøld skulu umsitast av ymiskum stovnum og málaráðum og summi krevjast inn av TAKS og onnur av stovnum undir ymsu málaráðnum.
Heilsutrygdargjaldið er tíverri bert eitt av fleiri sosialum gjøldum, sum í Føroyum hava verið kravd í stríð við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd. TAKS hevur í mong ár sýtt sama bólki av útisiglarum undantøku at rinda til AMEG, vísandi til at ongin heimild er í føroysku lóggávu at veita slík undantøk. Tó eru hesi viðurskifti komin ’partvíst’ í rætt lag við lógarbroyting aftur til 2019, men Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin kann eisini vænta sær krav um endurgjald frá sama bólki aftur til 2015 ella longri, um ikki eisini tey megna at fjala seg aftanfyri 5-ára fyrningarfreistir.
Eitt uppskot hevði verið at lagt øll sosialu gjøldini saman í eitt gjald, ið var umsitið av einum og sama myndugleika eins og í Noreg [NAV]. Hetta hevði savnað serkunleikan, gjørt tað einfaldari at álagt ella undantikið persónum at rinda øll sosial gjøld eftir norðurlendska sáttmálanum, og hevði kunnað spart landskassanum nakrar mió.kr. í umsiting, til at tetta verandi leka í landskassanum. Satt at siga hevur løgmaður áður skotið hetta ella líknandi upp. Vónandi verður tílíkt uppskot tikið fram aftur.
Tí sannleikin er tann, at føroyingar ferðast víða, og eru tað mong, ið starvast uttanfyri norðurlond, ið ikki kunnu verða undantikin sosial gjøld, hvørki í Føroyum ella í arbeiðslandinum. Tí er eisini neyðugt við fleiri sáttmálum um sosiala trygd við onnur lond. t.d. ES-londini. Harumframt kunnu slíkar avtalur vera við til at fyribyrja sosialari dumping hjá teimum útlendingum, sum arbeiða í Føroyum, men ikki eru fevndir av nakrari heilsutrygd, tí teir ikki hava bústað í Føroyum.
Lívst so spyrt.
Grímur Sundstein, Fólkaflokkurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald