Mentan

Heilsugranskingareindin stóra granskingarjáttan frá danska Umhvørvisstýrinum

.

2026-01-15 21:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Heilsugranskingareindin stóra granskingarjáttan frá danska Umhvørvisstýrinum 3,7 mió. kr. játtaðar í stuðli til granskingarverkætlan um immunverju 

Danska Umhvørvisstýrið, sum hevur pengar á fíggjarlógini til granskingarverkætlanir í Arktis, játtaði beint fyri  jól Heilsugranskingareindini 3,7 mió. kr. í stuðli til at fremja eina granskingarverkætlan, sum skal lýsa, hvussu  immunverjan hjá børnum í Føroyum starvar. Verkætlanin er mett at kosta fleiri mió. krónur og varðar í 2½ ár.  National Institutes of Health (NIH) hevur játtað knappliga 2,7 mió. til somu verkætlan. 

Talan er um endurkanning av eini burðarkohortu við knapt 630 børnum, sum eru fødd í 2020-2022 og sum  verða boðin til kanning við 5 ára aldur. Ulrike Steuerwald tekur sær av læknaligu kanningunum av børnunum.  Verkætlanin er eitt samstarv millum Syddansk Universitet, University of Rhode Island og Sjúkrahúsverkið. 

Vit byrjaðu arbeiðið við burðarkohortum í 1985 og hava til henda dag stovnað og fylgt fimm ymiskum  burðarkohortum. Umleið 3.000 børn og foreldur teirra hava luttikið í hesum verkætlanum. Áður hava vit serliga  kannað, hvussu nervalagið starvar. Nú kanna vit í størri mun immunverjuna nágreiniliga, tí tað tykist sum at  immunverjan er ávirkað av dálkandi evnum, serliga tí evnabólkinum, vit rópa fluorevnir. Hetta hava vit sæð í  fleiri av okkara barnakohortum. 

Nú er so ætlanin at kanna hetta so væl sum gjørligt við at hygga at, hvussu 5 ára vaksinatiónin hjá børnum  virkar, og um dálkandi evni hava tálmað virkingin, eins og vit áður hava ávíst. Í kohortu 6 hava vit fylgt kvinnum,  sum eru við barn gjøgnum viðgongutíðina við blóðroyndum og spurnabløðum, tikið blóð frá nalvastreingi við  føðing og síðani kannað børnini, tá tey vóru 2 vikur gomul, 3 mánaðir og 12 mánaðir gomul, og nú aftur, tá tey  gerast 5 ár. 

Verkætlanin fer í gongd um miðjan januar, og vit vóna, at hon aftur hesaferð fær góða undirtøku, soleiðis sum  hinar kanningarnar hava gjøgnum árini. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder