Mentan

Heilsugranskingareindin

.

2025-11-11 22:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 




Tíðindaskriv Tórshavn, 9. november 2025 

Heilsugranskingareindin (fyrr Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu) hevur síðan 1989 kannað hugburð,  atburð og vitan viðvíkjandi m.a. rúsevnum hjá næmingunum í 9. flokki. Henda kanning er gjørd sum ein partur  av European School Survey Project on Alcohol and other Drugs (ESPAD), har millum 30 og 37 lond í Evropa  luttóku árini 1995, 1999, 2003, 2007, 2011, 2015, 2019 og 2024. Tað eru sostatt liðin góð tríati ár síðan ESPAD  kanningar byrjaðu – tilfarið er goymt her á Heilsugranskingareindini. Tað er tókt hjá teimum, sum vilja kanna  hetta tilfar nærri. Altjóða tilfarið liggur á heimasíðuni hjá ESPAD: http://espad.org/

Seinasta kanningin fór fram á vári 2024, meira enn 113.000 15-16 ára gamlir næmingar úr 37 øðrum londum  luttóku. Tilfarið er nú skrivað saman í bók, sum varð almannakunngjørd 21. oktober –  https://www.espad.org/espad-report-2024

Um kanningina 2024 er stutt at siga 

Kanning bleiv gjørd í døgunum 13. mai til 5. juni 2024. 377 av næmingum, føddir í 2008, svaraðu  spurningunum. 

Allir næmingar í 9. flokki, sum vóru í skúla kanningardagin, fingu høvi at svara spurningunum. Kanningin var  fyri fyrstu ferð skipað soleiðis, at allir næmingarnir svaraðu spurnablaðnum á netinum. Hetta tilfar er síðani  sent okkara samstarvspørtum í ESPAD til hagfrøðiliga viðgerð og samanskriving í bók, har tað ber til at  samanbera londini. 

Her skulu vit siga frá nøkrum av meginúrslitunum frá kanningini. 

Tubbaksroyking 

4,4% (8,4% í 2019) av dreingjunum og 2,9% (5,4% í 2019) av gentunum søgdu seg at hava roykt dagliga seinastu  30 dagarnar. 

1,2% (3,0% í 2019) av øllum næmingunum søgdu seg roykja dagliga, longu tá teir vóru 13 ára gamlir ella yngri. 13% (18% í 2019) høvdu roykt onkuntíð seinastu 30 dagarnar. 

Brúka vit nakrar av undanfarnu kanningunum til samanberingar, síggja vit, at royking nú er minni enn  nakrantíð millum hesi 15 ára gomlu: 

Hvussu ofta hevur tú roykt sigarettir  

seinastu 30 dagarnar?

50 

Prosen

40 

30 

20 

10 

1996 1997 1998 1999 2003 2007 2011 2015 2019 2024 Árstal 

Sigmundargøta 5, FO-100 Tórshavn 

Tlf.: +298 31 66 96, T-postur: [email protected] 

Her hava vit øll árini brúkt sama spurning: ”Hvussu ofta hevur tú roykt sigarettir seinastu 30 dagarnar?”.  Síðani eru hesir svarmøguleikarnir lagdir saman: 

  • 1-5 sigarettir um dagin 
  • 6-10 sigarettir um dagin 
  • 11-20 sigarettir um dagin 
  • Meira enn 20 sigarettir um dagin 

Snús 

Um vit hyggja at ”Hvussu ofta hevur tú snúsað teir seinastu 30 dagarnar?” so sæst, at tað eru færri, sum  ongantíð hava snúsað seinastu 30 dagarnar frá 98% í 2003 til 82% í 2024.  

Ongantíð snúsað teir seinastu 30 dagarnar? 

100 

Prosen

95 

90 

85 

80 

75 

70 

2003 2007 2015 2024 Árstal 

Spurningar um snús eru ikki við øll árini og svarmøguleikarnir eru ikki eins tey ár, tá spurt hevur verið. So til  ber ikki at samanbera beinleiðis, men í 2015 og 2024 vóru møguleikarnir “Ja, seinastu 30 dagarnar”, ella  “Ongantíð” tá spurt varð. Í 2015 svaraðu 15,6%, at tey høvdu snúsað seinastu 30 dagarnar og 18% í 2024  

E-sigarettir 

Í 2015, 2019 og 2024 hava vit eisini spurt, um næmingarnir høvdu roynt e-sigarettir og teir svaraðu soleiðis:  

Hevur tú roynt roykt e-sigarettir? 

70 

60 

Prosen

50 

40 

30 

20 

10 

Ja, seinastu 30 

dagaranr 

Ja, seinastu 12 mdr 

Ja, meira enn 12 mdr síðan 

2015 

2019 

2024

Ongantíð 

Vit síggja, at tað eru fleiri, sum ongantíð hava roynt e-sigarettir í 2024 samanborið við 2015 og 2019 og færri,  sum hava roynt tað seinastu 30 dagarnar. 

Rúsdrekka 

Seinastu 30 dagarnar søgdu 63% av næmingunum seg ikki hava smakkað rúsdrekka. Til samanberingar var  hetta tal 62% í 2019. 

Seinastu 30 dagarnar høvdu 12% drukkið seg fullan. Í 2019 var hetta tal 13%. 

Hassj 

Seinastu 30 dagarnar søgdu 1,5% av næmingunum seg hava roynt hassj. Hetta tal var í 2019 3,5%. 

Sniffað 

Seinastu 30 dagarnar høvdu 1,8% sniffað, t.d. lím og tendraragass. Í 2019 1,8%. 

Rúsevni annars í lívinum tey seinastu 5 árini 

2024 2019 2015 2011 2007 

Amfetamin: 2,1% 1,4% 0,2% 0,9% 0,5% LSD: 0,9% 1,2% 0,4% 0,4% 0,5% Crack: 0,9% 1,2% 0,4% 0,4% 0,5% Kokain: 1,2% 1,0% 0,4% 1,4% 0,9% Heroin: 1,2% 1,2% 0,2% 0,7% 0,5% Ecstasy: 1,2% 1,4% 0,4% 1,1% 0,7% Soppar: 0,9% 2,0% 0,8% 1,6% 0,5% 

Lágu tølini í talvuni omanfyri eru á leið tey somu, sum í teimum undanfarnu kanningunum.  

Sálarligur trivnaður 

Eftir COVID-19 farsóttina og við áhaldandi stríði í Evropa og Miðeystri hevur ESPAD valt at leggja áherðslu á  sálarliga trivnaðin hjá ungdóminum. Áhaldandi ávirkanin av sosialari avbyrging, útbúgvingarórógv og  óstøðugum samfelagsbúskapi hevur økt um stúranina viðvíkjandi sálarligu heilsuni hjá ungdóminum. 

ESPAD-kanningin frá 2024 tók fyri fyrstu ferð WHO-5 Trivnaðarvísitalið við, sum er eitt góðkent mát fyri  sálarliga støðu, sum er grundað á lívsroyndirnar seinastu tíðina. Eitt stig omanfyri 50 av 100 verður mett at  vísa á góðan sálarligan trivnað. 

Í miðal søgdu 59% av næmingunum seg hava góðan sálarligan trivnað. Hægstu trivnaðartølini vóru funnin í  Norðurevropa, Føroyar (77%), Ísland (75%) og Danmark (72%). Landið við lægsta sjálvmetta trivnaðinum var  Ukraina (43%), har ungdómar síðani 2022 hava verið útsettir fyri skelkandi hendingum og avmarkaðari atgongd  til sálarliga heilsurøkt, og síðani koma Kekkia (46%), Ungarn (47%), Kýpros og Pólland (bæði 49%). 

Sálarligi trivnaðurin hevði sum heild lyndi til at vera hægri hjá dreingjum enn hjá gentum, bæði í miðal (69%  móti 49%) og í øllum ESPAD-londunum. Størsti kynsmunurin varð sæddur í Italia (66% hjá dreingjum móti 35%  hjá gentum), Póllandi (64% móti 33%) og Svøríki (78% móti 48%). Minsti kynsmunurin var funnin á Kýpros (52%  hjá dreingjum móti 46% hjá gentum), Ukraina (48% móti 39%), Føroyum (83% móti 72%) og Georgia (75% móti  62%). 

Niðurstøða 

Góðu tíðindini eru, at sigarettroyking er minkað stórliga millum tey ungu hesi seinastu 30 árini. Í 1996 royktu  meira enn ein triðingur dagliga, samanborið við 3,6% í 2024. Mest sannlíkt eigur miðvísa arbeiðið úti í  skúlunum sín part av æruni av stóru minkingini. Tíverri er líkt til at aðrar nikotinkeldur eru komnar í staðin fyri  sigarettirnar, nevniliga snús og e-sigarettir. 

Samanbera vit rúsevnanýtsluna í Føroyum við hini londini í Evropa, eru vit framvegis millum tey, sum hava  minstu nýtsluna av rúsevnum. Tó skal sigast, at viðvíkjandi rúsdrekka liggja vit ikki í botninum í mun til hini  londini – heili 12% av hesum ungu fólkunum søgdu seg hava drukkið seg full seinasta mánaðin. Hetta tal er  minkað 1% síðani kanningina í 2019, so enn kann sigast, at hetta er ein veruligur heilsutrupulleiki millum ung. 

Føroyar er landið, har næmingarnir siga frá hægsta sjálvmetta trivnaði av øllum teimum 37  luttakandi londunum. 

ESPAD frágreiðingin 2024 kann takast niður á heimasíðuni hjá ESPAD: www.espad.org. Seinni fara vit at leggja  úrslitið fyri Føroyar á heimasíðuna hjá okkum www.health.fo. Eisini ber til at gera neyvari hagfrøðiligar  útgreiningar, um onkur hevur tørv á tí – tó skulu vit minna á, at vit ikki vilja ella kunna býta tilfarið upp eftir  skúlum ella landspørtum. 

Um okkurt er ógreitt ella torskilt, vilja vit fegin hjálpa til at greina tað nærri. 

Vinarliga 

Pál Weihe 

Yvirlækni, professari

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder