Politikkur

Heildarætlanin fyri Stórutjørn samtykt

Farið verður nú undir at byggja ein rættan bý við Stórutjørn - og meðan býurin veksur, skal hann virka saman við grannalagnum og geva íbúgvunum neyðugu samleikakensluna, sum hoyrir býlinginum ella bygdini til.

2023-09-28 22:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ráðgevar hava fyri stuttum latið kommununi endaligu heildarætlanina fyri Stórutjørn. Innrættingin av býlingunum er skipað soleiðis, at menniskju og djór kunnu liva síð um síð. Bústaðirnir liggja tætt at náttúruni og tó við hóskandi frástøðu fyri at skapa umstøður hjá fuglinum, so hann framhaldandi kann reiðrast í økinum.

Grønu geirarnir í økinum eru bindiliðið millum Stórutjørn og býin. Geirarnir skapa eina áhugaverda grøna ferðaleið hjá øllum, sum búgva í stórbýnum og sum ynskja at leita sær niðan í hagan. Stóratjørn liggur uppi í hæddunum, og býlingarnir eru tí í harðbalnnum øki. Sum verja ímóti útsynningsættini verða gjørdir vallgarðar, sum veita býlinginum lívd.

Stóratjørn er ein “rættur” býur, við øllum hentleikum og innrættingum, sum skulu til fyri lívsins uppihald. Tað tekur tó nógv ár at gerast ein býur, og meðan býurin veksur, skal hann virka saman við grannalagnum og geva íbúgvunum neyðugu samleikakensluna, sum hoyrir býlinginum ella bygdini til.

Í miðstaðnum er eitt stórt torg, sum skilir seg út frá vanligum býartorgum. Her sæst náttúran aftur við eini tjørn, grasfløtum, trøðum og runnum. Her er eitt pláss, har bussar steðga, skrivstovur, handlar, kaféir og matstovur.

6 býlingar eru, og hvør býlingur er ein sálvirkandi eind, sum inniheldur ymiskar bygningseindir, raðhús, sethús, býarhús við íbúðum, eitt felagsøki við felagshúsi og ein stovnsbygning.

Býlingurin er skipaður við ymiskum bústaðarstøddum, bústaðarsløgum og ognarleistum, sum ger, at tú fær fjølbroytni í samansetingini av íbúgvum og soleiðis tryggjar, at býlingurin verður sosialt burðardyggur, sum samstundis er útgangsstøði í felagsskapinum.

Heildarætlanin fevnir um eitt stórt øki, sum smb. ætlanini fer at rúma 800-900 bústøðum, umframt stovnum, miðstaðarbygging og øðrum. Tílík stór øki taka tíð at menna, og tørvurin kann broytast, sohvørt økini verða ment.

Heildarætlanin skal virka sum vegleiðandi grundarlag undir víðarimenningini av Stórutjørn, ið til ber at tillaga, so hvørt sum økini verða ment, og sum nýggir tørvir vísa seg.

Tekniski stjórin og býararkitetkurin mæltu til at samtykkja heildarætlanina fyri Stórutjørn sum vegleiðandi amboð fyri víðari menning av økinum og beina málið í býráðið. Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti tann 11. september 2023 at taka undir við tilmælinum.

Og í kvøld varð tilmælið einmælt samtykt at býráðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder