Politikkur

Heildarætlan um rúsevnismisnýtslu handað løgmanni

Góður trivnaður er besta amboðið móti rúsevnismisnýtslu.

2022-03-19 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í heildarætlanini, sum var almannakunngjørd í gjár. Rúsevnismisnýtsla er tíverri ein vaksandi trupulleiki í Føroyum. Hetta var orsøkin til, at løgmaður setti í gongd arbeiðið við eini heildarætlan, sum skuldi geva tilmæli um at basa rúsevnisavbjóðingini millum føroyska ungdómin.

Heildarætlanin er nú liðug og varð handað løgmanni í Norðurlandahúsinum. Hon inniheldur 58 tilmæli innan fimm átaksøki: fyribyrging, viðgerð, eftirlit, revsifulnaður og vitanargrundarlag.

Í Føroyum kunnu vit als ikki liva við, at ung detta niðurímillum. Vit síggja tíverri, at hetta hendir. Nú hava vit fingið nøkur greið tilmæli og góð amboð. Tað fegnist eg um, tí vit mugu gera nakað við trupulleikan beinanvegin. Vit hava ikki ráð at bíða” segði Bárður á Steig Nielsen løgmaður eftir framløguna í Norðurlandahúsinum.

Tilmælini eru í høvuðsheitum úrslit av tilfari, sum arbeiðsbólkurin hevur savnað inn frá áleið 75 ymiskum hoyringarpørtum. Ymiskt er, hvat hoyringarpartarnir hava ført fram, men allir hava lagt stóran dent á trivnað og sunnar felagsskapir, sum fyribyrgjandi móti rúsevnismisnýtslu. Ein greið niðurstøða er, at eitt barn, ið trívist og er partur av einum sunnum felagsskapi, er í nógv minni vanda fyri at misnýta rúsevni.

Tí er alneyðugt at hava amboð og arbeiðshættir, sum gera okkum betur før fyri tíðliga at varnast mistrivnað. Skal hetta eydnast er tað avgerandi, at allir fakbólkar skilja hvønn annan og kunnu samskifta tvørtur um fakmørk. Sera nógvir av hoyringarpørtunum bóru tí fram ynski um meiri og betri samstarv tvørtur um geirar og fakøki. Ein holistisk tilgongd (heildartilgongd) kann sostatt gera, at færri detta millum skipanir, og kann gera, at trupulleikarnir ikki vaksa upp aftur meir.

Arbeiðsbólkurin mælir í tilmælum sínum til at hugsa fyribyrging breitt og í øllum liðum, og at seta inn tíðliga. Yvirskipaða endamálið er, at Føroyar skulu vera besta og tryggasta staðið at vaksa upp og vera ungur í.

Les heildarætlanina her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder