2023-12-11 19:29
Ítøkiliga verður spurt um:
1. Hvussu nógv er virksemið av russiskum fiskiskipum í føroyskari havn minkað síðan 12.juli 2023 sammett við sama tíðarskeið árið fyri?
2. Hvussu nógvar eftirlitsvitjanir eru framdar á russiskum fiskiskipum síðan 12.juli 2023 sammett við sama tíðarskeið árið fyri?
3. Hevur landsstýrið nakra ábending um, hvør avleiðingin hevur verið fyri føroyskt vinnulív orsakað av havnastongslinum?
4. Um ja, er man til reiðar við nakrari hjálp?
Viðmerkingar:
12.juli 2023 bleiv ein avmarkaður havnastongsil settur í verk mótvegis russiskum fiskiskipum. Landsstýrið hevur boðað frá, at virksemið av russiskum fiskiskipum er minkað við umleið 60 prosentum, og er tað tað, ið varð væntað.
Fyri at fáa greiðu á, júst hvør avleiðingin er verður spurt eftir, hvussu nógv virksemið er minkað. Eftirlit við útlendskum fiskiskipum, herímillum russiskum, hevur verið nógv umrøtt. Eitt samt Løgting raðfestifyrr í ár játtanina hjá Vørn, so eftirlitið kundi styrkjast. Men síðan tá er havnastongsilin settur í verk, og tí hevði verið áhugavert at vitað, hvussu nógvar eftirlitsvitjanir verða framdar.
Stongsilin hevur eisini avleiðingar fyri tænastuveitarar kring landið. Tá tíðindafundur var 1.juni 2023 á Viðareiði bleiv sagt, at landsstýrið var til reiðar at taka eina hond um tað, ið avleiðingarnar av herdu tiltøkunum møguliga fóru at føra við sær.
Løgmaður hevur áður nevnt, at nýbygging av strandferðsluskipum er ein liður í hesum, men sæst tað ikki serliga væl aftur í fyriliggjandi fíggjarlógaruppskoti.
Tí sæst ikki nakað til, hvør hjálpin er, ella um ætlanir eru um tað, hóast tað í miðlunum fleiri ferðir er víst á, at havnastongsilin hevur havt avleiðingar fyri tænastuveitarar.
Fyri at fáa greiðu á, um landsstýrið hevur eina hóming av, hvør avleiðingin er fyri tænastuveitarar, og um hjálp verður veitt til tey, ið eru rakt av herdu tiltøkunum, verða omanfyrinevndu fyrispurningar settir.
Beinir Johannesen
Formaður Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald