Politikkur

Havnar Arbeiðskvinnufelag fráboðað verkfall

Semingsmaðurin, Terje Sigurðsson, hevur boðað Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag frá, at Semingsstovnurin endar semingsroyndina uttan at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2024-05-27 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vinnuhúsið: Stutt eftir boðunum frá Semingsstovninum fráboðaði Havnar Arbeiðskvinnufelag ein arbeiðssteðg, sum er lýstur at koma í gildi týskvøldið tann 28. mai kl. 00:00 (á midnátt náttina millum týsdag og mikudag).

Arbeiðssteðgurin fevnir um allar limir hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag, ið eru settir eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, har møgulig skrivlig avtala ikki er gjørd um undantak fyri arbeiðssteðginum. 

Hvør er fevndur av einum møguligum arbeiðssteðgi?
Føroya Arbeiðsgevarafelag ger vart við, at tvær treytir skulu vera uppfyltar, fyri at starvsfólkið er fevnt av arbeiðssteðgi:


    • Starvsfólkið skal verða fevnt av kollektivum sáttmála millum FAG og tey fýra fakfeløgini, sum er partur av arbeiðssteðginum, og
    • Starvsfólkið skal vera limur í einum av teimum fýra fakfeløgunum, sum er partur av arbeiðssteðginum.

Sum dømi kann nevnast, at ein arbeiðari, sum er settur sambært handverkarasáttmálanum, ikki er fevndur av arbeiðssteðgi hjá arbeiðarafeløgunum.

Lærlingar, næmingar og praktikantar eru ikki fevndir av einum verkfalli og skulu møta sum vanligt.

Starvsfólk, sum ikki eru limir í einum av teimum fimm arbeiðarafeløgum, eru ikki fevnd av verkfallinum, og hava skyldu at møta til arbeiðis sum vanligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder