Fyrilestrarnir vera í Havstovuni, Nóatún 1, Tórshavn
Fyrilestrarnir eru almennir, tað er ikki neyðugt at vera limur í FNU fyri at fáa atgongd.
Kl. 16: Viknandi golfstreymurin
Fyrilestrarhaldari er Karin Margretha Húsgarð Larsen, Ph.D í havfrøði og deildarleiðari á Havstovuni og fer hon at greiða frá um nýggjastu vitanina um golfstreymin, har ávarað verður um, at golfstreymurin stendur á einum markamóti, sum kann hava við sær, at miðalhitin minkar 20 stig ella meira um okkara leiðir.
Kl. 16.30: Havbotnsmineral
Fyrilestrarhaldarar eru Heri Ziska & Uni Árting frá Jarðfeing, sum fara at greiða frá um havbotnsmineral á føroyska landgrunninum. Granskararnir hava sett sær fyri, at svara hesum spurningum:
- Hvussu verða hesi mineral til og hvar finnast tey?
- Hví er áhugin stórur fyri havbotnsmineralum júst nú?
- Hvussu langt er menningin av leiti-/framleiðslutøkni komin?
- Hvørjir vandar eru við námsvinnu á havsins botni?
Eftir fyrilestrarnar verður ársaðalfundur hjá FNU, sum eisini verður hildin á Havstovuni.
Vinarliga nevnd FNU
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald