2023-03-30 14:40
Hava tit gloymt dagrøktarnar?
Landsstýrið sendi í morgun tíðindaskriv út, har boðað var frá, hvørjir starvsbólkarnir eru, sum fara at fáa eitt lønarlyft galdandi frá 1. januar 2024. Tað er púra greitt, at umsorganarøkið er tað økið, sum burturav fær lønarlyftið. Men ikki øll eru við! Hvar eru dagrøktarnir?
Eg gangi sterkt útfrá, at hetta er eitt mistak. Dagrøktarar, sum eins og hjálparfólk starvast á einum tí lægst lønta økinum, eru ikki nevnd sum ein av teimum, ið fáa lønarlyftið.
Í fyrsta umfari fara vit at minna landsstýrið á, at tit kunnu ikki lata henda bólkin liggja eftir í mun til lønarlyftið.
Súni Selfoss, formaður
Starvsfelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald