Politikkur

Hava havt fund um Hasfjord

Fundurin var í gjár, á fundi vóru: Borgarstjórarnir í Sandoynni, Dennis Holm landsstýrismaður og stjórin á Strandferðsluni Niels J. Arge.

2023-03-10 16:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sands kommuna:

Eftir at mótmælisskriv var sent Strandferðsluni og landstýrismanninum í samferðslumálum Dennis Holm um siglingina hjá Hasfjord um Skopunarfjørð, vóru Borgarstjórarnir í Sandoynni bodnir á fund við landstýrismannin saman við Strand-ferðsluna.
Fundurin var í gjár 09.03.23. Borgarstjórarnir í Sandoynni stóðu saman sum ein maður, við kravið um at Hasfjord kemur at sigla til Sandoyartunnilin letur alment upp.
Vit greiddu frá alstóra týdninginum av at Hasfjord siglir um Skopunarfjørð saman við Teistanum til tunnilin alment verður tikin í brúk. Frá okkara síðu er hettar eitt ófrávíkiligt krav.
Vit fingu einki lyfti, men møttu tó jaligheit og forstáilsi. Kenslan var góð eftir fundin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder