
Hanus Kamban mistulkar USA - ella kanska ynskihugsar hann?
Fyrr í vikuni hevði Hanus Kamban drúgva grein undir heitinum “Fascisman endurrisin” (In.fo 16. feb.). Kamban so líkt er greinin ein samanvavstur av bókmentum, søgu og samfelagsviðurskiftum. Viðhvørt gongur hetta upp í eina hægri eind, men viðhvørt verður talan um greiða yvirtulking - ella kanska enntá ynskihugsan (wishful thinking).
USA er í andgletti í løtuni, tí sterkar - demokratiskt valdar - kreftir ynskja at avdemokratisera landið og møguliga fara fascistiska vegin, eins og fleiri onnur lond eru farin seinastu árini. Eri púra við upp á grundpremissina um, at heimurin er í eini avdemokratiseringsbylgju, og at fascisman vinnur frama. So langt so gott (rættari sagt: ringt), og eisini USA má sigast at hava sera ilt í fólkaræðinum í hesum døgum, eftir at Trump hevur tikið við sum forseti. Men ketan hoppar av, tá Hanus roynir at knýta menningin av USA saman við bókmentasøgu landsins.
Seint í grein Kambans stendur hetta brotið at lesa:
“Tí vit onnur vita og hava altíð vitað, at fyri mongum árum síðani – longu í fyrru helvt av nítjandu øld – var Amerika eitt stórt land. Tey, sum tryggjaðu hesum landi stórleika, vóru andsmenni, heimspekingar og listafólk. Tað kanska besta dømið var rithøvundurin og skaldið Edgar Allan Poe (1809-49), føddur í Boston, Massachusetts, tiltikin fyri sínar nýskapandi stuttsøgur og sublimu yrkingar. Hansara skaldskapur gjørdist skjótt kendur í Europa, serstakliga í Fraklandi, og millum hansara bókmentaligu næmingar vóru eitt nú Charles Baudelaire (1821-67) og Stéphane Mallarmé (1842-98). / Millum amerikanskar rithøvundar, sum hámettu søgurnar og yrkingarnar hjá Poe, teljast eitt nú Ray Bradbury, 1920-2012 og Ursula K. LeGuin, 1929-2018, fødd í Berkely, California.”
Rætt er at USA vaks seg til eitt stórveldi í fyrru helvt av 19. øld og staðfesti hesa støðu eftir borgarakríggið. Men ørindið hjá Kamban er at gera USA til eitt stórveldi, ið er spríkt burtur úr eini “humanistiskari idé”, sitat: “Tey, sum tryggjaðu hesum landi stórleika, vóru andsmenni, heimspekingar og listafólk.” Hetta brúkar Kamban sum eitt frásagnarkneb til at enda aftur, har hann byrjaði greinina… í sínum arbeiðsrúmi, har hann hevur ymiskar tekstir hangandi á vegginum: Bradbury, LeGuin og sjálvandi franska Zola. Kamban vil øgiliga gjarna skapa eitt andaligt samband millum USA og Frankaríki, og hetta samband hevur sjálvandi eisini verið: Montesquieu (posthumt), Tocqueville og Frælsisgudinnan fyri bara at nevna nøkur aðaldømi.
Brutalt vald gjørdi USA stórt
Hóast “The Founding Fathers” skrivaðu nógv føgur humanistisk orð um aldarskiftið, er tað sera skeivt at halda, at USA gjørdist stórveldi við støði í humanistiskum idealum. Tað er ikki fyrr enn við borgarakrígnum, at uppgerðin við trælahaldið hendir, og langt upp í 19. øld halda indianarakríggini fram - eitt ógvusligt fólkadráp, ið telist millum tey ringastu í heimssøguni. Skipaði kriminaliteturin er harumframt øgiligur bæði á landi og í býunum upp gjøgnum alla 19. øld, serliga vegna stóru tilflytingina.
Og sanniliga vóru tað ikki bókmentir, tíansheldur “andsmenni, heimspekingar og listafólk”, ið gjørdu USA stórt. At USA við síni frælslyntu stýrisskipan gjørdist fríhavn fyri nógv andsmenni, heimspekingar og listafólk er hinvegin rætt, men tað ið gjørdi USA stórt vóru “Guns and Steel” - fyri at brúka part av heitinum á kendu bókini hjá Jared Diamond “Guns, Germs and Steel” (1997). Meðan bakteriur serliga sipa til nakað eldri tiðir, tá Mexico (Nýspania) var í vælmaktini, gjørdust stál og vápn amboðini, ið tryggjaðu stóru og skjótu amerikonsku ekspansiónina.
Stál - ikki minst skjótt víðkaða jarnbreytarnetið hjá Vanderbilt, Hill, Carnegie og øðrum kapitalistum - breiddi út amerikanska modernitetin frá strond til strond og gjørdi tað møguligt hjá bæði sivilum og hermegi at flyta fólk sum góðs skjótt og trygt um alt landið. Vápn gjørdu tað møgulig hjá USA at keypa Louisiana frá Frankaríki fyri spottprís. Eftir “keypið” av Louisiana í 1803, tók USA Florida v.m. frá Spania, Oregon v.m. frá Stórabretlandi og ikki minst California, Texas og øll tey millumligjandi økini frá Mexico - Texas tó umvegis ein fyribils sjálvstøðugan stat, ið vardi 10 ár. Harvið misti Mexico meiri enn helvtina av øllum sínum øki. Gjøgnum hálva øld - frá 1803 til 1853 flerifaldaði USA sína stødd, og eftir hetta løgdust uppaftur fleiri øki aftur at: Alaska, Hawaii og fleiri aðrar oyggjar - m.a. donsku Jómfrúoyggjarnar.
Ein afturvendan til fyrndar brutalitet
At USA nú gjarna vil hava meiri: t.d. Grønland og Panamá, er í grundini ein afturvendan til, hvussu USA hugsaði í 19. øld og nakað inn í 20. øld. Tí er tað heilt bakvent, at Hanus Kamban brúkar USA frá fyrru helvt av 19. øld sum dømi um ein amerikanskan “stórleika, sum ongantíð bliknar, heldur ikki um ein smalur forseti roynir at sløkkja glæmuna”, sum Kamban tekur til. Hetta er milt sagt ein yvirtulking, ein ynskihugsan - ella kanska í grundini bara vantandi vitan um, á hvussu brutalan hátt USA gjørdist eitt stórveldi? Í grundini er tað beinleiðis smakleyst at romantisera og lovprísa 19.aldar-USA. Lat “cowboy-filmarnar” um tað.
At Trump og hansara ríkmannavinir nú tykjast vilja endurskapa heimsstøðuna frá fyri seinna heimskríggi, er sera hugstoytt, men idesøguliga góðsið er neyvan so fjart, sum Hanus Kamban ímyndar sær við sínum heldur “bókmentaliga biasi”.
P.s. Onkur vil av røttum viðmerkja, at USA eisini hevur verið brutalt í tíðarskeiðnum frá seinna heimskríggi fram til í dag, men hóast hetta hevur USA ikki lagt øki beinleiðis undir seg síðani landið tók Marshall-oyggjarnar í 1947. Marshall-oyggjarnar hava síðani fingið sjálvstýri.
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald