2026-03-23 14:11
Sandavágs Ítróttarfelag:
Hans Vitus gjørdist føroyameistari og vinnari av BURN róður
BURN róður 4 var í gjár í ítróttarhóllini við Streymin. Hetta var samstundis kapping um at gerast føroyameistari í inniróður.
SÍF hevði 3 luttakarar, og komu teir allir aftur við heiðursmerkjum.
Hans Vitus Svabo Samuelsen bleiv føroyameistari hjá dreingjum U16 og vann eisini BURN kappingina. Róðurin var ótrúliga spennandi. Tá ið hann kom um málstrikuna, var hann 2 sekund frammanfyri Áron Jónsson. Hans Vitus og Áron hava vunnið 2 BURN róðrar í part í vetur og lógu tí javnir í stigum. Men eftirsum Hans Vitus vann føroyameistarakappingina, vann hann eisini BURN kappingina.
Ronja Djónadóttir vann silvur í báðum kappingum. Finnur Joen-Jacobsen vann bronsu í FM, og hann vann gull í BURN kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald