Eri løgfrøðingur og havi í nógv ár starvast í Miðfyrisitingini í Tinganesi. Seinastu árini havi eg starvast sum deildarleiðari í Sjóvinnustýrinum, har vit hava fingið ein nýggjan og stásiligan bygning á Giljanesi. Eri nevndarlimur í ymiskum almennum nevnum, m.a. eri eg forkvinna í Býarskipanarnevnd landsins. Eisini eri eg nevndarlimur í Klima, ið er ein lokal fyritøka, ið vit settu á stovn í 2004. Hesar arbeiðsroyndir hava givið mær eina góða barlast og føli eg meg væl skikkaða at vera býráðslimur í kommununi.
- Trivnaður og eldsálir
Eg trívist sera væl í kommununi, har eg eri partur av nógvum góðum og gevandi felagsskapum. Eg trívist tó best, tá øll rundanum meg hava tað gott, so eitt av mínum hjartamálum er trivnaður hjá øllum borgarunum.
Havi í nógv ár verið partur av ymisku ítróttarfeløgunum í kommununi, bæði sum íðkari fyri SÍF, MB, Frælsi og í Alduni, sum foreldur í SÍF, MB og 07 Vestur, sum venjari í SÍF og sum nevndarlimur í SÍF og Frælsi. Hetta hevur lært meg hvussu stóran týdning tað hevur, at kommunan stuðlar ítróttarfeløgunum og teimum eldsálum, ið standa aftanfyri øll ítróttarfeløgini í kommununi, ið gera eitt megnar arbeiði fyri heilsuna og trivnaðin hjá borgarunum í kommununi, við at skipa fyri tiltøkum og umstøðum, har øll kunnu luttaka í onkrum ítrivi, óansæð aldur og førleikar.
Eldsálir og trivnaður er bara eitt av málunum, ið eg vil arbeiða fyri. Verði eg vald, fari eg eisini at arbeiða fyri:
- At lækka skattaprosentið
- At bøta um umstøðurnar hjá vinnuni
- Trivnaðinum hjá børnum og ungum
- Umhvørvinum
- At gera ein eldrapolitikk
- At bøta um integratiónina
Hesi mál fari eg at siga mína hugsan um, teir komandi dagarnar.
Um tú velur meg, fært tú eina sterka rødd í býráðið!
X við Gunnvá S. á Lofti
X við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald