Ítróttur

Gullbrandur fyri Odmar

Odmar Færø fekk gult kort ímóti Kroatia, og er tískil leikbannaður til dystiin móti Gibraltar. Í staðin hava venjararnir sent boð eftir Gullbrandi Øregaard úr Sandnes ULF í Noregi

Gullbrandur Øregaard er úttikin til HM undankappingardystin móti Gibraltar, sum verður á Europa Point komandi mánakvøld - Mynd: Hans Erik Danielsen.

Gullbrandur Øregaard er úttikin til HM undankappingardystin móti Gibraltar, sum verður á Europa Point komandi mánakvøld - Mynd: Hans Erik Danielsen.

2025-09-08 11:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, verður noyddur at síggja burtur frá Odmari Færø til HM undankappingardystin móti Gibraltar, sum verður á Europa Point í Gibraltar mánakvøldið klokkan 19:45.

Í dystinum í gjár móti Kroatia fekk Odmar gult kort, og hann er tískil leikbannaður til komandi landsliðsuppgávu.

Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Gullbrandi Øregaard, ið spælir fyri Sandnes ULF í Noregi. Gullbrandur er higartil skrásettur fyri tveir A-landsdystir fyri Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder