Vinna

Grønlendsk dansisýning brýtur tøgnina um sjálvmorð

Sorg, skomm, skuldarkensla, vreiði. Whiteout fer heilt inn í viðkvomu kenslurnar hjá teimum, ið eftir sita, aftaná at onkur, tey eru góð við, hevur gjørt sjálvmorð. Men hon kveikir eisini vón og lívsgleði. Sýningin verður í Norðurlandahúsinum, 26. feburar, kl. 20.

2025-02-19 15:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Hvat vendir upp, og hvat vendir niður? Um tú nakrantíð hevur upplivað arktiska veðurfyribrigdið, whiteout (rokkava), har himmal og jørð eru huld í jarðroki, og alt er hvítt, so veitst tú, at har missir tú kensluna av bæði máli og miði. Hendan sama kenslan kann eisini koma við sorgini aftaná eitt sjálvmorð. Kenslan av máli og miði hvørvur. 


Hetta er støðið undir grønlendsku dansisýningini Whiteout, sum brýtur tøgnina um sjálvmorð. Vit verða leidd inn í støðuna hjá teimum, sum eftir sita, aftaná at ein, tey eru góð við, hevur gjørt sjálvmorð - ein støða uttan mál og mið - við sorg, sakni, skomm og tungum tonkum.


Samstundis er sýningin ein leitan eftir, hvussu ein finnur fótafestið aftur aftaná ein slíkan rokkava - í lívinum, sum nú er broytt - við einari nýggjari hugsan um lívið í skjáttuni.


Sarah Aviaja Hammeken, listarligur leiðari í Aviaja Dance Company, hevur staðið fyri sýningini, og tónleikin hevur Gerth Lyberth skrivað.


Á palli eru Elias Khanamidi, Eydís Rose Vilmundardóttir, Márton Debreczenyi, Amanda Rubio Sanchez, sum eisini er hjálparkoreografur, umframt Sarah Aviaja Hammeken sjálv.


Áðrenn sýningina bjóða Norðurlandahúsið og Sinnisbati til pallborðsprát um, hvussu tað er at vera avvarðandi hjá einum, ið hevur gjørt sjálvmorð.


Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder