Politikkur

Grøn, blá og siðsøgulig øki eiga at verjast framyvir

Nógv kjak hevur seinastu tíðina verið um staðsetingina av nýggjari Argja kirkju við Sandá. Undirskriftainnsavning hevur verið at mótmæla byggingini. Mótmælisbólkur er á Facebook við heitinum “Varðveitið fríøkið við Sandá”. Áhugafelagið “Náttúrufylkingin - Sandá at frama” er stovnað. Felagsskapurin “Havnar hugni” hevur mótmælt byggingini. O.s.fr.

2024-02-20 12:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta minnir nógv um kjakið, ið áður hevur verið um hvat niðaru Hoydalar skulu brúkast til. Undir yvirskriftini “Hoydalar – sjálvandi fríøki alt sum tað er” skrivaði eg í 2017 hesi orð - send Mentamálaráðnum og Sosialinum:

Um nøkur ár verður einki studentaskúlavirksemi longur í Hoydølum. Tí verður spurt hvat økið skal nýtast til framyvir.

Talan er um eitt tað virðismesta økið í øllum landinum, og sum vera man er stórt trýst at sleppa at nýta hetta økið til eitthvørt vinnuligt ella alment virksemi. Tó, í síðsta enda vil hetta økið hava allarstørst virði, um tað ikki verður fylt við arbeiðsplássum. Jú minni arbeiði, tess betri rúm fyri frítíðaraktivitetum og natúrupplivingum. Økið liggur mitt millum Tórshavn og Hoyvík, so tíggjutúsundtals fólk vilja fáa ágóðan av hesum øki.

Mín áheitan á havnarfólk skal tí vera: verið djørv og latið ikki Hoydalar – hvørki Ovaru, Mið- ella Niðaru Hoydalar (mis)nýtast til arbeiðspláss. Tað er tørvur á hesum stóra, relativt óbrotna, fríøkinum millum Føroya størsta og skjótt næststørsta bústaðaøki. Og hesi bústaðaøki hava uppiborið tann mikla ”positiva eksternalitetin”, ið eitt slíkt fríøki vil viðføra. Hetta skapar í síðsta enda nógv størri ágóða fyri bústaðaøkini enn onkur hissini arbeiðspláss. Arbeiðsplássini kunnu lættliga leggjast onkra aðrastaðni, men Hoydalar er eitt eindømi.

Latið ikki peningaligan løtuvinning tøla, men hugsið um tey komandi 20, 50, 100 árini.”

Mín hugburður til at byggja við Sandá fylgir júst somu linju. Heldur enn at byggja á fríøkinum við Sandá, eigur sum minst - helst einki - at verða bygt á hesum øki. Grundgevingin er júst tann sama, ið eg føri fram viðvíkjandi Hoydølum í 2017. Eg kundi skrivað sama bræv sum tá og skift “Hoydalar” út við “Sandá”.

Tó skrivi eg her eina munandi longri tíðargrein fyri at undirbyggja hesi sjónarmið, tí við fatan Descartes lýsa vit ikki heimin vit síggja, men síggja tann heim, vit kunnu lýsa. Við øðrum orðum síggja vit ikki til fulnar teir møguleikar, ið eru í grønum økjum sum Sandá og Hoydølum, fyrr enn vit hava hugtøkini til at lýsa hesar møguleikar.

Blá og grøn øki

Samfelagið broytist, og hetta kann lýsast við nógvum ymiskum hugtøkspørum, ið seta orð á gongdina. Modernaða samfelagið verður seinmodernað. Framleiðslusamfelagið verður

eitt tænastusamfelag. Materialistiska samfelagið verður postmaterialistiskt. Ynskið um vøkstur verður avloyst av einum ynski um javnvág - bæði kropsliga, sálarliga og umhvørvisliga. Ikki er nøktandi bert at hugsa um samfelagið í dag, men hugsast skal eisini um hvussu samfelagið skal mennast komandi 20, 50, 100 árini. Vit vita ikki hvussu samfelagið fer at broytast og hvørjir tørvir verða í framtíðini, men vit vita, at samfelagsbroytingar henda alsamt skjótari og at umhvørvisvernd er nakað, ið fer at vinda alsamt meiri upp á seg. Vit eru framvegis bert í byrjanini av “grøna rákinum”, ið við tíðini kann hugsast at gerast ein “grøn kollvelting”. Livst so spyrst.

Í øllum hesum broytast krøvini eisini til hvussu samfelagið skal innrættast. Minni pláss (rúm) eigur at setast av til framleiðslu, meðan meiri pláss eigur at setast av til tænastur. Men harumframt er tørvurin vaksandi á rekreativum økjum av ymiskum slagi - við bæði ítróttarligum, mentanarligum og natúrligum møguleikum. Í øllum hesum fáa grønu og bláu økini ein vaksandi týdning.

Grøn øki verða definerað sera ymiskt - frá landi til land; frá býi til bý - men sum heild skulu tey skiljast sum størri samanhangandi øki inni í ella upp at býarøkjum, ið eru lætt atkomulig hjá almenninginum. Sostatt eru hagi beint omanfyri og fjøra beint niðanfyri býarøki eisini at meta sum grøn øki, tó at fjøruøki ofta verða umtalað sum blá øki. Blá øki kunnu eisini vera øki við stórar áir og vøtn, t.d. Toftavatnsøkið við Runavík. Í Føroyum eru grøn og blá øki ofta samanfallandi.

Havnin er sett saman av trimum “bygdum”, og millum hesar bygdir eru eisini týðandi grønir kílar: Millum Argir og Tórshavn er Sandáøkið, ið lutvíst er lagt til grønt fríøki (til AB-vøllin), men í framtíðini kann strekkjast heilt niðan til Norðasta Horn og víðari niðan í Havnardal. Millum Tórshavn og Hoyvík eru Hoydalar, ið harumframt er víðkað við fjøruøkinum frá Boðanesi suður til Skansan, tó at eitt petti er lagt til vinnuøki. Tórshavn hevur sostatt tvær týðandi natúrgávur, ið eiga at verða varðveittar sum reyðagull. Megnar Tórshavn at varðveita hesar grønu kílar, samstundis sum eitt grønt belti verður lagt rundan um verandi býarøki, fara borgarar í býnum at hava serstakliga góðar natúrtænastur, ið onnur fara at misunna teimum.

Umvent síggja vit í Klaksvík, at fyrrverandi grøni kílin millum Borðarvík og Vágna nú nærum er fult bygdur, og at ætlanir eisini eru at byggja á seinastu grønu økini. Tá verða sera fá og smá grøn øki inni í býnum, tó at stór grøn/blá øki sjálvandi eru við Borðoyarvík. Í baksýni er - eftir mínum tykki - sera spell, at klaksvíkingar ikki valdu at varðveita grøna kílan millum eystur- og vesturbýin.

Natúran er virðismikil í sær sjálvari

Tað er í hesum samanhangi, at mótmælið ímóti staðsetingini av nýggjari kirkju við Sandá skal síggjast. Seinast í 20. øld hevði tað helst verið ein sjálvsøgd staðseting, men tíðirnar eru broyttar nógv seinastu áratíggini. Populert sagt eru fólk sum heild vorðin meiri “grøn” og leggja sostatt størri virði í grøn og blá øki.

Hóast tað kanska hevði verið rætt at staðsett nýggju Argja kirkju við Sandá í 90’unum, er tað ikki soleiðis í dag. Í dag er fólkakrav um at varðveita samanhangandi grøn og blá øki. Sandá er bert eitt dømi um hetta, Hoydalar eitt annað. Kring landið gerast íbúgvar og kommunur alsamt meiri varug við at grøn og blá øki - og samanfellandi grøn/blá øki - eru av framúr virði fyri lokalsamfelagið og í veruleikanum eru ein nógv størri atdráttarmegi fyri vælløntar skattaborgarar enn ídnaðarøki eru.

Í ídnaðarsamfelagnum fluttu fólk í hópatali til ídnaðarøkini - og bygdu gjarna hús síni upp at ídnaðarøkjunum. Í dag mótmæla fólk, um ídnaður verður bygdur upp at teirra bústøðum, tí hetta er við til at gera bústaðaøkið minni attraktivt. Samstundis eru bústaðir, ið liggja upp at natúrvøkrum grønum og bláum økjum vorðnir serstakliga virðismiklir - serliga um teir harumframt hava gott útsýni og góðan sólargang.

Natúran hevur heilt einfalt eitt risastórt virði fyri okkum menniskju. Hugburðurin “naturen det billige skidt” hoyrir heilt einfalt ikki heima nú á døgum, men er ein leivd frá miðskeiðis í 20. øld, tá materialistiska ídnaðarsamfelagið var í hæddini. Natúran er ikki bert eitt tilfeingi, ið vit skulu gagnnýta. Natúran er ein tænastuveitari, ið vit mugu varðveita á burðardyggan hátt.

Tíðin rennur frá ídnaðargerð

Í dag eru framvegis sterk áhugamál, ið ynskja eina framhaldandi ídnaðarmenning av Føroyum. Vit eru sostatt “sporbundin” at einari menning, ið annars er væl á veg at verða søga. Samfeløg kring okkum eru vorðin avídnaðargjørd seinastu árini, og hava í staðin flutt seg yvir í tænastu- og vitanarvinnur - eisini fyri at tálma dálkingini. Hetta hava vit eisini lutvíst gjørt í Føroyum, men tíverri eru sterkar kreftir, ið ynskja at fasthalda Føroyar sum eitt vøruframleiðslu- og vøruflutningsland.

Hetta er tó ikki uttan avleiðingar!

Framleiðsla og flutningur hava tann stóra trupulleika, at tær eru sera dálkandi og plásskrevjandi vinnugreinar. Sjálva dálkingina - herundir útlátið - ætli eg at viðgera í aðrari grein, men plásskravið vil eg umtala her.

Einhvør búskaparligur aktivitetur - heilt uttan undantak - krevur pláss (rúm). Tvs. at einhvør framleiðsla hevur “rúmligar avleiðingar”. Tó er sera ymiskt hvussu plásskrevjandi ymiskt vinnulív er. Nógv vitanar- og tænastustørv krevja lítið pláss í mun til úrtøkuna, meðan tilfeingisvinnur krevja sera nógv pláss í mun til úrtøkuna. Vøruframleiðsla og vøruflutningur krevja eisini rættiliga nógv pláss í mun til úrtøkuna. Harvið ikki sagt, at vit ikki skulu hava slíkar vinnur, men vit eiga at velja hesar vinnur við umhugsni. Vit kunnu ikki bara í blindum brúka pláss til slíkt vinnulív, tá vit vita at pláss er eitt sera avmarkað tilfeingi í Føroyum, serliga í býarøkjum.

Neyðugt er at vera sparin við plássi, soleiðis at samfelagið kann rúma nógvum og fjølbroyttum virksemi. Tað gongur ikki at ávísar vinnugreinar yvirtrumfa restina av lokalsamfelagnum viðvíkjandi rúmnýtslu.

Negativir eksternalitetir eru ein stórur trupulleiki

Tá fysiska samfelagið verður útbygt við bygningum, infrakervi og øðrum, er neyðugt at hugsa seg væl um, hvussu alt verður staðsett. Fysiska samfelagið er ikki lætt at flyta - tað er kostnaðarmikið at ríva nakað niður, ið longu er bygt. Tí er verandi bygging ikki bert ein forðing fyri framtíðar bygging - hon treytar eisini framtíðar bygging. Lætt er at verða “sporbundin” av nøkrum avgerðum, ið vóru ov stutthugsaðar og upp á langt sikt tí gjørdust ein ampi. Nógv dømi eru um hetta, ikki minst í Havn.

Hinvegin ber til at staðseta funktiónir soleiðis, at tær gagna hvørjum øðrum. Talan er tá um “positivar eksternalitetir”. T.d. kann ein matvøruhandil ella ein barnagarður vera sera gagnligur fyri eitt bústaðaøki og gera hetta økið meiri attraktivt hjá familjum at flyta til. Tað sama kann sigast um ítróttarøki, spælipláss og grøn øki, ið smitta positivt av á kringliggjandi bústaðaøki. Stóru grønu økini við Sandá og í Hoydølum eru gull verd fyri teir bústaðir, ið liggja upp at hesum økjum ella nær við.

“Negativir eksternalitetir” eru hinvegin funktiónir, ið beinleiðis eru til ampa fyri lokaløkið. Um t.d. eitt dálkandi virki verður bygt beint við eitt bústaðaøki, er hetta við til at gera bústaðirnar minni áhugaverdir. Negativi eksternaliteturin kann hava nógvar orsøkir: ljóðdálking, ljósdálking, luftdálking, vatndálking, tung ferðsla ella heilt einfalt, at tað tekur ella skemmar útsýnið. Tí skal man vera varin við at staðseta dálkandi virksemi hvar sum helst. Neyðugt er at javnviga áhugamálini í lokalsamfelagnum, soleiðis at fysiska samfelagsmenningin verður burðardygg.

Eitt dømi um ein negativan eksternalitet er útbyggingin av bingjuhavnini fram við Skansan og norður um. Tað tykist sum Skansin í dag verður sæddur sum ein forðing heldur enn sum tað aktiv, hann av røttum átti at verið. Varð rætt atborið, fekk Skansin eitt rundanumhvørvi, ið setti hann í best møguligan samanhang við bæði sjógvin og tey øki, ið liggja upp at.

Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum, segði í Bredda 27. oktober í fjør, at “Tjóðsavnið heldur, at tíðin er farin frá at leggja stórídnað framman fyri fornminni, og har fólk býr.” Tað má vera tað minsta. Ambitiónin má vera at gagnnýta fornminni aktivt sum partur av býarmyndini, soleiðis at søgan verður lætt atkomulig hjá bæði borgarum og ferðafólki. Skansin hevur sanniliga potentiali at gerast eitt spenndi grønt, blátt og søguligt øki.

Kjakið um Sandá køvir kjakið um Skansan

Hóast tað er væl skiljandi, at fólk mótmæla bygging á grøna økinum við Sandá, kann tykjast at hetta mótmælið køvir nógv meiri umráðandi málið um ídnaðarøkið frammanfyri Skansan. Helst er tað tilvildarligt, men í verki kann kjakið um Sandá brúkast sum eitt skálkaskjól fyri at skrumbla bingjuhavnina ígjøgnum uttan stórvegis uppmerksemi. Kanska er tað tilætlað, kanska ikki, men neyðugt er í hvussu er, at bingjuhavnin fær sama uppmerksemi og somu viðgerð sum ætlaða kirkjan við Sandá.

At gera inntriv í grøna økið við Sandá vildi verið sera harmiligt, men at gera eina bingjuhavn frammanfyri Skansan vildi verið einki minni enn ein vanlukka. Eg vildi enntá kallað tað ein søguligan sorgarleik, ið vekir minnir um, tá ætlanir á sinni vóru um at modernisera gomlu Havnina við betongkassum og autostradum. Í dag fegnast vit um, at hetta ikki hendi, men vit mugu ásanna at sterk áhugamál til allar tíðir eru til reiðar at trumla niður siðsøguperlur og natúrperlur kring alt landið.

Søgulig monument sum Skansin, Kirkjubømúrurin og Tinganes eru sjálvandi í serstøðu. Skansin má ikki fjalast í einum ídnaðarøki, men má koma til heiðurs og æru í einum øki, ið setir hann í ein natúrligan, søguligan og siðsøguligan samanhang. Tástaðni hava vit gjørt Skansan til tað aktiv, hann hevur uppiborið at vera.

Í grundini eru nevndu málini ikki støk mál, men heldur dømi um eitt yvirskipað rák: stuttskygd pengavirði viga meiri enn langskygd virði. Umráðandi er ti at skapa eina hugburðsbroyting, ið varpar ljós á tað risasatóra virði, ið liggur í grønum økjum, bláum økjum og siðsøguligum økjum. Hetta eru virði, vit ikki kunnu keypa okkum til, men sum vit einans kunnu varðveita okkum til.

Eg vil enda hesa tíðargrein við einari lættari umskriving av orðunum hjá kinesiska filosoffinum Lao Tzu: “Natúran hevur ikki skund, men hóast hetta nær hon alt.” Tíðarinnar menniskju hava tørv á sambandi við natúruna, tí hetta samband fær okkum í betri javnvág - bæði við okkum sjálvi og umhvørvið.

Sámal Matras Kristiansen,
Samfelagsfrøðingur við sergrein í býarætlan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder